- Vit hava ein politikk, vit ikki skammast av. Og fáa vit umboð á Fólkating, fara vit gleðiliga at blanda okkum upp í danskan politikk.
Tað sigur Jenis av Rana, formaður fyri Miðflokkin.
Eisini Miðflokkurin hevur nú gjørt av at stilla upp til Fólkatingið. Flokkurin hevur trý valevni, og tað eru teir tríggir landspolitikararnir hjá flokkinum, tingmenninir, Jenis av Rana og Bill Justinussen, umframt Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum.
Og Jenis av Rana sigur, at tá ið Miðflokkurin bjóðar seg fram á fólkatingsvalinum, verður tað fyri at føra virknan politikk Fólkatingi. Og eitt umboð fyri Miðflokkin á Fólkatingi, fer heldur ikki at himprast við at leggja seg út í danskan politikk.
Danska Fólkatingið, og ES myndugleikar, taka dag og dagliga avgerðir, sum ávirka okkum føroyingar, so vit eiga heldur ikki at blúgvast við at leggja okkum út í danskan politikk, sigur Jenis av Rana.
- Vit fara á Fólkating við øllum pakkanum, sigur formaðurin í Miðflokkinum.
Og hann sigur, at avbjóðingarnar hjá Miðflokkinum verða størri og størri. Í hesum sambandi hugsar hann um tað, sum vanliga verður kallað etisk og moralsk mál, og sum er tey altavgerandi málini hjá Miðflokkinum.
- Hesi málini eiga onga rødd á Fólkatingi í dag, og tí hava vit eina stóra uppgávu fyri framman, sigur Jenis av Rana.
Og hann sigur, at tað eru nettupp tey serliga tey etisku málini, Miðflokkurin ætlar sær at stríðast fyri á Fólkatingi.
Eitt dømi um eitt etisk mál, Miðflokkurin miðvíst fer at brúka røðarapallin á Fólkatingi til, er at ávara danir ímóti at loyva virknari deyðshjálp.
- Ein kanning í Danmark vísir, at meirilutin av dønum tekur undir við virknari deyðshjálp og tað ætla vit at brúka nógva orku upp á at ávarar danir um, sigur hann.
- Fólkatingsins røðarapallur er eitt fantastiskt høvi til at fáa síni sjónarmið fram, og virkin deyðshjálp er eitt er mál, eitt umboð fyri Miðflokkin á Fólkatingi sjálvandi fer at stríðast ímóti, eins og vit eisini fara at blanda okkum upp á øll etisk mál.
Í hesum sambandi sigur hann, at Miðflokkurin fer eisini at tosa ímóti fríari fosturtøku, sum Jenis av Rana kallar ágang ímóti bæði kvinnu og barni.
- Danir hava longu fría fosturtøku, men tað hevur stóran týdning at halda lív í mótstøðuni, sigur Jenis av Rana, sum eisini hevur vónir um, at til endans fer tað eisini at gera mun.