Sólin kemur spakuliga upp á himmalin, meðan fólk hjá norska Tv2 koyra móti ukrainska býnum, Konstantinivka, sum liggur beint við hermótið har eysturi í Ukraina.
Eftir vegnum síggjast fleiri bilvrak og ikki øll, sum hava ferðast um hesar leiðir, eru komin heilskalað fram.
Manningin hjá Tv2 kemur fram til tíðina og kann drekka morgunkaffi saman við herfólkunum. Brestirnir frá russiskum álopum siga, at tað er upp á tíðina at søkja sær skjól.
Sjónvarpsliðið skiftir orð við eitt nú hermannin, sum rópar seg "Miha".
Ukrainsku herfólkini royna at halda russum burtur frá at taka ukrainska býin, Kostjantynivka. Býurin liggur í einum øki, sum er eitt tað mest ágingnað við hermótið har eysturi í Ukraina.
Fleiri av herfólkunum, sum norska sjónvarpsliðið hittir, hava stríðst á hermótinum, síðan Russland leyp á grannalandið fyri hálvum fjórða ári síðan.
Millum herfólkini, sum Tv2 hittir, hevur eingin nakra tiltrúgv til vápnahvíld og friðarsamráðingar við russar.
Ukrainsku herfólkini halda lítið um russiska forsetan, og tey hava einki álit á honum. Tískil trúgva tey heldur ikki upp á eina avtalu um frið.
- Vit geva russum bara ein møguleika at savna sínar herdeildir aftur, og so leypa tær á aftur. Nú stendur veturin fyri framman.
Og so leggja ukrainsku herfólkini, sum Tv2 hevur skift orð við, aftrat:
- Vit hava verið í bardaga í skjótt fýra ár, og vit geva okkum ikki. Eg síggi onga meining í friðarsamrøðum, sigur ein annar hermaður, sum rópar seg "Rude", við Tv2.
Norski miðilin, sum henda dagin vitjar á hermótinum, sigur, at tað framvegis er stríðsvilji millum ukrainsku herfólkini, og eingin er sinnaður at ganga russisku krøvunum um at geva land frá sær á møti.
- Vit vilja ikki býta land við frið. Tað gera vit ikki, og tað er púrasta ómøguligt. Geva vit land frá okkum, verður uppreistur millum herfólkini. Tey fara at spyrja: Hvat lótu okkara felagar lív fyri...", sigur hann.
Viðheftu myndir eigur www.tv2.no
##med2##