Á hugnaligari valkafé í Vági

Vit øll, sum eru uppstillað fyri Tjóðveldi á valinum hesaferð, ynskja veljarans stuðul.

Nú fólkatingsval er í morgin, havi eg verið staddur í Suðuroy alt vikuskiftið - ikki til atkvøðurakstur, men sum flogbóltsvenjari og foreldur at børnum, sum elska flogbólt.

 

Ítrótturin, felagsskapurin og sosiala samveran hevur eftir mínum tykki so stóran týdning fyri børn og ung, at eg fegin brúki ein part av mínari frítíð til venjing og ferðing, tá kappingar eru.

 

Um vikuskiftið hava vit gist í leigaðum húsum í Vági, og her hevur verið sera hugnaligt. Í gjárkvøldið hevði Tjóðveldi valkafé í Vági, og her untist mær eina løtu saman við góðum fólki.

 

Á kafé'ini var góður tónleikur og sangur, sum dóttir okkara skilagóðu løgtingskvinnu her í oynni, Sirið Stenberg, so meistarliga syrgdi fyri.

 

Ein sera hugnalig løta, har eg fekk høvi at heilsa upp á fólk, og millum tey umleið 30-40, sum vóru á hugnaligu kafé'ini, var eisini Hergeir Nielsen, fyrrverandi løgtings-og landsstýrismaður.  

 

Her var góður stemningur, og her var gott lag á fólki, sum eru bjartskygd, nú fólkatingsval verður í morgin. Vit øll, sum eru uppstillað fyri Tjóðveldi á valinum hesaferð, ynskja veljarans stuðul.

 

Kristian Oskar Henriksen, valevni hjá Tjóðveldi.

 

##med2##

 

 

 

Ítrótturin, felagsskapurin og sosiala samveran hevur stóran týdning fyri børn og ung.