Brian Kerr hevur úttikið teir leikararnar, hann ynskir at hava í hópinum til dystin í móti Norðurírlandi í næstum. Hópurin telur ikki nakað yvirraskilsi sum so, men vert er at hefta seg við, at Jákup Mikkelsen, sum annars boðaði frá fyri langari tíð síðani, at hann hevði spælt sín seinasta landsdyst, aftur hesaferð er partur av A-landsliðnum. Eisini hevur Hendrik Rubeksen fingið landsliðsboð. Hendrik Rubeksen hevur spælt triðflest dystir fyri HB í ár - og ikki, sum vit áður hava skrivað, fáar dystir fyri HB.
Føroyska A-landsliðið til dystin í móti Norðurírlandi 10. august er annars hetta:
HB: Fróði Benjaminsen, Símun Samuelsen, Rógvi Poulsen, Hendrik Rubeksen
EB/Streymur: Daniel Udsen, Arnbjørn Hansen, Rene Torgarð
ÍF: Jákup Mikkelsen, Bogi Løkin
B36: Suni Olsen, Atli Danielsen
Víkingur: Atli Gregersen
KÍ: Hjalgrím Elttør
Valur (Ísland): Jónas Tór Næs, Christian R. Mouritsen
Aarhus Fremad (Danmark): Jóhan T. Davidsen
FC Fyn (Danmark): Viljormur Davidsen
Silkeborg (Danmark): Christian L. Holst
Ålgård, Stavanger (Noreg): Rógvi Baldvinsson
Newcastle Utd (Ongland): Jóan Símun Edmundsson