FSF boðaði í seinastu viku frá, at seinasti heimadysturin hjá A-landsliðnum í ár verður spældur á Tórsvølli. Hetta verður tann 13. Oktober, tá Frakland kemur á vitjan. Eisini eru heimadystirnir hjá U21-landsliðnum lagdir. 12. september spæla Føroyar móti Grikkalandi á Svangaskarði. Svangaskarð leggur eisini gras til, tá Azerbadjan kemur á vitjan tann 13. oktober, og seinasti heimadysturin verður á Tórsvølli tann 17. oktober, tá Kroatia vitjar.