Á middegi fær umhvørvismálaráðið undirskriftirnar

- Eg vil heita á tykkum, sum eru samsint og tøk hesa løtu á middegi í dag, um at møta upp og vísa tykkara stuðul til mótmælið, sigur Hanus Johannessen.

- Nú er tað soleiðis, at hetta er eitt mál, sum fólk hava deildar meiningar um, og tað er væl skilligt.

 

Soleiðis skrivar Hanus Johannessen á Sandi á sínum Facebook-vanga í gjár um ætlaðu staðsetingina av vindmyllulund og atkomuvegi á Sandi.

 

Hann leggur aftrat, at í seinastuni hava nógv brúkt demokratiska rættin at mótmæla ætlaðu staðsetingini, og í hesum sambandi eru nógvar undirskriftir savnaðar. 

 

Freistin at mótmæla er í dag, fríggjadagin 9. august.   

 

Í skrivinum vísir Hanus Johannessen á, at avtala er gjørd um at handa savnaðu undirskriftirnar í Umhvørvismálaráðnum í Gongini 7, á middegi í dag - ella klokkan 12.

 

- Eg vil gera tykkum varug við hesa undirskriftahandan og heita á tykkum, sum eru samsint og tøk hesa løtu, at møta upp klokkan 12 og vísa tykkara stuðul til mótmælið, leggur Hanus Johannessen aftrat.