Hvannasunds kommuna hevur góðan dagstovn, sum liggur beint við skúlan á Fossanesi. Skúlin hýsir næmingum úr 1. til og við 7. flokki. Á Fossanesi er fimleikarhøll, sum er ókeypis hjá børnum til ymiskar aktivitetir eftir skúlatíð - og kostar eitt symbolskt gjald fyri vaksin.
Hvannasunds kommuna telist millum tær fáu, sum einki dagstovnagjald krevur frá foreldrum, sum hava børn í dagrøkt. Kommunan er stór í vídd og fevnir um bygdirnar, Norðtoftir, Depil, Norðdepil, Múla og Hvannasund.
Í Norðtoftum er stór smoltstøð, og norðan fyri byrgingina hvannasundsmegin hevur Bakkafrost landstøð. Ritan røkir sigling til Svínoyar og Fugloyar úr Hvannasundi, har umstøðurnar eru góðar.
Kommunan hevur deks-og smábátahavn og hevur samstarv við Viðareiðis kommunu um bátahavnina.
Depil og Hvannasund eru gamlar bygdir, og Norðdepil er niðursetubygd.
Borgarstjóri í Hvannasunds kommunu er Katrin Næs. Í kommununi eru tey spent eftir at síggja, hvat Tjóðsavnið fer at fáa burtur úr elligamla bóndagarðinum, Depilsgarðinum í Depli, sum er friðaður og Tjóðsavnið ræður yvir.
##med2##
Tjóðsavnið hevur í nøkur ár arbeitt við at seta Depilsgarðin í stand. Kommunan er ikki er partur av hesi verkætlan, men hevur eftir førimuni roynt at gjørt ymiskt í umhvørvinum, har garðurin er.
- Um Depilsgarður einaferð letur upp sum savn, eigur Tjóðsavnið kanska onkrar lutir, sum kundu verið við til at gjørt garðin enn meira forvitnisligan, heldur Katrin Næs.
Í nøkur ár hava ung í arbeiði saman við umsjónarfólki arbeitt við gongugøtum, eitt nú fram við sjóvarmálanum suður eftir hvannasundsmegin. Hetta er nú ein long gøta, sum fer fram við lága bakkanum og fjørðuni suðureftir. Mong brúka gøtuna og vilja uppliva hugnaliga umhvørvið.
Arbeitt verður eisini við øðrum gøtum í kommununi. Gøta er eisini gjørd norðdepilsmegin – frá byrgingini og nakað norðureftir.
- Gøtan fekk nakað av skaða í illveðri í vetur, men nú verður hon umvæld, sigur borgarstjórin.
Í Hvannasundi er lutfalsliga nýtt kirkjuhús, sum verður brúkt við ymisk høvi, og salur hjá Brøðrasamkomuni er í Norðdepli, og í Norðdepli hevur Irdi Jacobsen havt eina fyritøku, sum leigar út íbúðir undir heitinum, Lokk-Inn Apartments.