Bjørt Samuelsen er onnur kvinnan, sum stjórnar tinginum. Tann seinasta var Marita Petersen, sum sat í starvinum frá 1994 til 1996. Á ólavsøku kann Bjørt Samuelsen kalla seg løgtingsforKVINNU

Á ólavsøku verður Bjørt løgtingsfor-KVINNA

Alt bendir á, at løgtingið fer at samtykkja broytingar í stýris- og tingskipanini, soleiðis at orðið »kvinna« eisini verður til í málinum hjá Løgtinginum

Bjørt Samuelsen er onnur kvinnan, sum stjórnar tinginum. Tann seinasta var Marita Petersen, sum sat í starvinum frá 1994 til 1996. Á ólavsøku kann Bjørt Samuelsen kalla seg løgtingsforKVINNU

Sjálvt um stýrisskipanarlógin bara hevur góða fjórðingsøld á baki – og sjálvt um menninir (tað vóru bara menn), sum skrivaðu hana, enn eru virknir løgfrøðingar í Føroyum, so er orðið »kvinna« als ikki til í málinum hjá Løgtinginum og landsstýrinum.

 

Tí er Bjørt Samuelsen »løgtingsformaður«, og Ingilín, Sirið, Ruth og Margit eru landsstýrismenn. Og allar kvinnurnar í løgtinginum eru eisini »løgtingsmenn« á tingmáli.

 

Hetta verður nú broytt, eftir at formansskapurin (sum tað eitur, hóast har er javnstøða) hevur lagt uppskot fyri at tingið um at broyta stýrisskipanarlógina og tingskipanina, soleiðis at kvinnuheitini eisini kunnu nýtast.

 

Broyting í stýrisskipanarlógini krevur, at tvey løgting skulu samtykkja broytingina. Tað vil siga, at tá hetta Løgtingið, sum nú situr, hevur samtykt eina broyting, so skal næsta Løgtingið, eftir næsta løgtingsval, samtykkja somu broyting í fyrstu setu síni.

 

Men broyting í tingskipanini fær gildið beinanvegin. Onkur løgfrøðingur vil vera við, at tað er ikki neyðugt at gera broytingar í stýrisskipanini, fyri at broyta kynsheitini, men at nóg mikið er at gera tað í tingskipanini. Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, sigur, at tey hava valt at gera broytingarnar í báðum, so at eingin ivi verður.

 

– Vit ætla, at broytingin í tingskipanini – um hon verður samtykt í Løgtinginum – skal koma í gildi á ólavsøku, sigur Bjørt Samulsen, tí at formansskapurin tulkar tað soleiðis, at er broytingin gjørd í tingskipanini, so er hon galdandi.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Bárð Larsen, lektara, Maluna Marnersdóttir, professara í bókmentum, og Turið Sigurðardóttir, professara emerita, umboð fyri Demokratia og Javnstøðunevndina, Málráðið og Føroyamálsdeildina á Fróðskaparsetrinum og við løgmann, Aksel V. Johannesen.

 

Undir viðgerðini hevurnevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

 

Í gjár varð álitið í málinum lagt fyri tingið, og har sigur meirilutin í grein 25 nevndini, sum hevur við gjørt málið, (Bjørt Samuelsen, Johan Dahl, Kristianna Winther Poulsen og Karlot Hergeirsson) at tað er at dagføra heitini hjá løgtings- og landsstýrisfólkum og øðrum politiskum embætum soleiðis, at hesi í størri mun avspegla dagsins talumál, har heiti, knýtt at kynunum báðum og felagsheiti verða javnsett.

 

– Við hesum verða heitini løgtingsmaður, løgtingskvinna og løgtingsfólk javnsett og góðkend at nýta formliga, eins og landsstýriskvinna og landsstýrisfólk verður javnsett við landsstýrismann, løgtingsforkvinna við løgtingsformann, og løgkvinna við løgmann. Samstundis verða løgtingsfólk og tingfólk sett inn í Tingskipanina og Stýrisskipanarlógina sum felagsheiti fyri kvinnur og menn, ið sita á Løgtingi, skriva tey millum annað í álitinum.

 

Minnilutin (Jørgen Niclasen og Steffan Klein Poulsen) hevur hesar viðmerkingar:

 

Endamálið við uppskotunum er at tillaga Tingskipaninaog Stýrisskipanarlógina til broytingar í føroyska málinum. Í nógvum málum, eisini føroyskum, hevur maður merkt menniskja. T.d. okkara tættast skylda mál, íslendskt, hevur hildið fast við hesa fatan. Í føroyskum hevur málið flutt seg til, at maður er maður, og kvinna er kvinna. Tað merkir, at maður fyri tey flestu ikki er felagsheiti fyri menniskja í dag.

 

Í Løgtinginum og í almenna rúminum eru heitini maður ella kvinna. Vit tosa um eina løgtingskvinnu ella ein løgtingsmann, ein landsstýrismann ella eina landsstýriskvinnu, eina forkvinnu ella ein formann. Minnilutin heldur, at henda broyting í málinum eigur at síggjast aftur í ting- og stýrisskipan, skrivar minnilutin í áltinum.

 

Alt álitið kann lesast her

 

 

 

Bjørt Samuelsen er onnur kvinnan, sum stjórnar tinginum. Tann seinasta var Marita Petersen, sum sat í starvinum frá 1994 til 1996. Á ólavsøku kann Bjørt Samuelsen kalla seg løgtingsforKVINNU