Aðrir bólkar á ólavsøkukonsertini

Go Go Blues
Prixvinnararnir vera aftur í Føroyum á Ólavsøku eftir eina uttanlandsferð, har teir millum annað vitja Kanada. Hetta er ein blúsbólkur í toppformi, og føroyingar kunnu gleða seg til aftur at sleppa at njóta blúsin hjá Una, Rógva og Arnold í Kommunuskúlagarðinum.

Dejavu
Dejavu góvu fyrr í ár sína fyrstu fløgu út. Talan er um eitt stórverk, sum bólkurin hevur arbeitt við í fleiri ár. Droymandi rokktónleikurin hjá bólkinum hevur givið teimum nógvar fjepparar í øllum aldrum, og annað pláss í Prix Føroyar finaluni 2003 borgar fyri góðsku.

Eager to Please
Eager to Please gjørdu vart við seg í triðja undanumfarinum til Prix Føroyar í ár. 70?ára kendi rokkurin hjá bólkinum, var ótrúliga gjøgnumførdur og vælspældur. Bólkurin, sum hevur sínar røtur í nú deyða rokkrisanum Fluffy Toys, hevur síðan prixið spælt nógv kring Føroyar, eitt nú á Sundalagsstevnuni og sum endabrestur á Mentanarnáttini í Havn. Her er talan um eitt veruligt rokkshow.

Paradox
Garrvilli punkbólkurin Paradox vann Pop Top konsertina í fjør, og gjørdist ein av stóru moralsku vinnarunum í Prix Føroyar kappingini. Síðan prixið er bólkurin vorðin kongaligur hoffleverandør, tá Fríðrikur krúnprinsur og Mary krúnprinsessa vitjaðu Margarinfabrikkina, spældu Paradox fyri teimum, og at døma eftir smílinum hjá Fríðriki, fall punkurin væl í oyra hjá krúnprinsinum.

Synararchy
Harði og villi rokkbólkurin Synarchy verða fyrstir á pallin á Ólavsøku. Tað er vorðin siður, at tann bólkurin, sum vinnur Pop Top konsertina, sleppur at lata Ólavsøkukonsertina upp. Umframt at vinna Pop Top konsertina hava Synarchy luttikið í Prix Føroyum og fingu heilt góða móttøku av áhoyrarunum.

Side Effect
Brynjolfur á Heygum er heilin aftanfyri Føroya einasta tekno-rokkbólk, og her er talan um so stórar tónlistarligar gávir, at tað bara er spurningur um tíð, áðrenn ungi havnardrongurin verður eitt heimsnavn. Men enn eiga vit Side Effect fyri okkum sjálvi, og meðan vit bíða eftir fyrstu fløguni hjá bólkinum, sum væntandi kemur í heyst, kunnu vit nøkta tostan eftir teirra tekno-rokki á Ólavsøkukonsertini.

Stórband og ábit í teltinum
Sum nakað heilt nðtt, verður teltið í kommunuskúlagarðinum eisini tikið í nðtslu á konsertini. Tórshavnar Stórband spælir í teltinum, og til ber at keypa sær okkurt til matna.