AaB kann iðra seg

Norðurjútska liðið hevði millión­ingarnar úr Manchester á knø­unum, men hevði ikki neyðuga neyvleikan í brotssparks­kapp­ingini

AaB-spælararnir og við­haldsfólk teirra kunnu lyfta høvdið høgt. Í samfullar 120 minuttir stríddust teir mannliga, og síðst í vanligu leiktíðini høvdu teir liðið úr Manchester á knøunum. Tað rakk til heiður og æru, men tað rakk ikki til fjórð­ingsfinalurnar í UEFA Cup-kappingini.

Fyri aðru ferð í hesi kapp­ingini slapp Manchest­er City úr Danmark við skinninum á nøsini. Áðrenn bólkaspælið vunnu teir á FC Midtjylland eftir brots­sparkskapping, og nú hava teir vunnið á AaB, somu­leiðis eftir brotssparks­kapp­ing.

Tað var ikki so nógvur dramatikkur í byrjanini av dystinum. Bæði lið hóttu hendinga ferð málið hjá mótstøðuliðnum, og hevði Stephen Ireland ein góðan møguleika at leggja City á odda.

AaB longur fram

Vitandi, at tvey mál skuldu til fyri bara at fáa umdyst, fór AaB longur fram á vøll­in í seinna hálvleiki. Caca hevði ein stóran møguleika í byrjanini av seinna hálv­leiki, sum fór beint við síð­una av, og Andreas Johans­son var feldur í brots­teig­inum, men franski dómarin metti ikki, at talan var um brotsspark.

AaB helt fram við at trýsta fyri at fáa hol á, men tá átta minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini, kundi Rob­inho havt avgjørt alt fyri City, men skotið rakti tvørtræið.

Tá fimm minuttir vóru eft­ir av vanligu leiktíðini, broyttist alt. Caca spældi bólt­in stutt til Luton Shel­ton, sum setti bóltin í netið við handaru stong. Nú byrj­aði teir í AaB at tevja møgu­leikan, og teir trýstu enn meira. Og tá 90 minuttir vóru farnir fingu brotsspark. Michael Jacobsen skoraði trygt, og nú var støðan 2-0 til AaB.

City kaldari

Tá Manchester City hevði vunnið 2-0 í fyrra dystinum, var neyðugt við longdari leiktíð. AaB helt fram við at trýsta, men mál kom einki, og neyðugt var tí við brotssparkskapping.

Í brotssparkskappingi vóru marginalarnir við Man­chester City. Hóast AaB-málverjin fór rætta vegin tríggjar ferðir, so tók hann einki av spørkunum.

Verri gekst hjá Luton Shelton og Thomas August­inussen, sum skuldu finta roynda liðfelagan hjá Gunn­ari Nielsen, Shay Given. Given tók brotsspørkini hjá teimum, og endin var, at City vann brotssparks­kapp­ingina 4-3.

Hug at gráta

AaB-spælararnir fylgdu tak­tikkinum, sum var lagd­ur, og var tað ein ógvuliga vónsvikin høvuðsvenjari, sum tosaði danskar fjøl­miðlar eftir dystin.

– Tað er líka við, at eg fari at gráta, segði Magnus Pehrsson við donsku fjølmiðlafólkini. Hann rósti sínum spælarum fyri at leggja eitt maksimalt trýst á Manchester City síðstu 20 minuttirnar av dystinum, tá AaB hevði City á knø­un­um.

Venjarin hjá Manchester City, sum í UEFA Cup-kapp­ingini hevur møtt trim­um donskum liðum í ár, hevði bara rós til AaB: – Teir eru komnir langt í hesi kappingini í ár og hava lært eina rúgvu. Tað fingu vit at kenna í kvøld, segði Mark Hughes.