AaB spældi illa í Finlandi

Hvørgin av føroysku landsliðsspælarunum vóru á vøllinum, tá ið AaB í gjár tapti 2-1 í UEFA Cup í Helsingfors

Tað royndist ikki væl, tá ið AaB í gjár spældi í innleiðandi umfarinum til UEFA Cup í finska høvuðsstaðnum Helsingfors. HJK Helsinki vann 2-1, og tað var væl sloppið, verður sagt í AaB leguni.

Nógvir spælarar vóru ikki á tí støðinum, sum tað kann roknast við, verður sagt.

Venjarin, Erik Hamrén, heldur kortini ikki, at úrslitið var so heilt galið, og hann sigur seg rokna við, at tað fer at eydnast at vinna samantalt, tá ið HJK Helsinki um tvær vikur fer at vitja í Aalborg.

Onkrir av AaB spælarunum hava eftir dystin sagt, at tað var teimum til ampa, at tað varð spælt á graslíki og ikki á grasi.

Longu fyrrapartin í dag vandi AaB aftur í Aalborg. Nú fyrireika teir seg til sunnudagin, tá ið OB fer at vitja í Aalborg.

Hvørki Jón Rói Jacobsen ella Súni Olsen vóru á vøllinum hóskvøldið. Tað kann væl vera, at teir aftur sunnudagin fara at sita á beinkinum. Men tá ið tað í gjárkvøldið varð funnist at miðverjuni, sum ikki varð hildin at vera so sannførandi, kann tað hugsast at vera ávísur møguleiki fyri, at Jón Rói Jacobsen fer at fáa boð.