Tíðliga seinnapartin var seinasta umfarið leikt í ovara endaspælinum í triðbestu donsku fótbóltsdeildini.
Aarhus Fremad uttan Martin Agnarsson á vøllinum tryggjaði sær at vinna deildina við 1-1 javnleiki á heimavølli móti Fremad Amager. Samstundis vann Middelfart 1-0 á Skive á heimavølli, og harvið tryggjaði liðið av Fjóni sær eisini uppflyting til næstbestu deildina í Danmark.
Aarhus Fremad vann deildina við 60 stigum. Middelfart endaði á øðrum plássinum við 59 stigum. Fremad Amager, ið hevur havt Andrass Johansen í hópinum endaði á triðja plássinum við 55 stigum.
Martin hevur hetta kappingarárið spælt 23 dystir fyri Fremad Amager. Martin hevur skorað tvey mál hetta kappingarárið.
Fyri framman bíðar eitt spennandi kappingarár í næstbestu deildini.