Aarhus tapti annan uppflytingardystin fyri Skive

Nú er javnleikur 1-1 í uppgerðini

Í kvøld høvdu Teis Horn Rasmussen og liðfelagarnir í Aarhus møguleikan at tryggja sær rættin at spæla dystir um uppflyting móti einum liði úr bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Um Aarhus vann á Skive á útivøllli í kvøld var tann rætturin tryggjaður. Aarhus var eisini leingi á sigurskós í Skive. Aarhus var á odda 16-14 í steðginum, og teir vóru á odda til 45 minuttir vóru leiktir av dystinum. Men seinasta korterið av dystinum var Skive omaná, og tað endaði við 33-29 sigri til Skive. Teis skoraði fimm mál í dystinum.

 

Støðan í samlaðu uppgerðini er nú javnleikur 1-1. Triði og avgerandi dysturin verður leiktur í Aarhus komandi fríggjakvøld klokkan 18.

 

Samlaði vinnarin møtir aftasta liðnum í niðurflytingarbólkinum í bestu deildini. Í løtuni er tað Grindsted, ið liggur á tí plássinum.