Teis Horn Rasmussen og liðfelagarnir í Aarhus spældu í kvøld 1. uppflytingardystin móti Skive.
Á heimavølli í Aarhus eydnaðist tað Teis og liðfeløgunum at vinna 31-26 á Skive. Í steðginum var Aarhus á odda 16-11.
Teis skoraði trý mál í dystinum.
2. uppflytingardysturin verður leiktur í Skive komandi hóskvøld klokkan 18.
Samlaði vinnarin møtir aftasta liðnum í niðurflytingarbólkinum í bestu deildini, har liðini møtast á útivølli og á heimavølli, og kappast um eitt pláss í bestu deildini komandi kappingarár.