AB basti botninum

Í einum typiskum botndysti fekk AB sín fyrsta sigur á árinum. Leikferðin var høg, men dysturin var tamur og við fáum møguleikum, men argjamenn skoraðu upp á kjansirnar, teir fingu. Tað var munurin á liðunum báðum, tá AB basti botninum í Formuladeildini

FÓTBÓLTUR

Effektivitetur var munurin. Soleiðis ber til at taka samanum, eftir botnuppgerðina á Skála, har argjamenn fóru við øllum og nú hava lagt seg omanfyri niðurflytingarstrikuna.
Dysturin var annars tamur og har var lítið at koma eftir hjá áskoðarunum. Fyrri hálvleikur var beinleiðis óinteressantur, men fullkomiliga uttan spenning ella dramatikk av nøkrum slag, og málmøguleikarnir kundu teljast á einari hond.
Spælið flutti seg skjótt frá aðrari hálvuni og yvir á hina, leikferðin var høg, men tað tóktist sum um, at liðini ikki megnaðu at fylgja ferðini, tey sjálvi settu.
Teir báðar einastu veruliga málmøguleikarnar í øllum fyrra umfarinum fekk høgri miðvallarleikarin hjá Skála, Slavisa Kaplanovic. Fyrra kjansin fekk hann, tá ein hálvur tími var spældur og hann brádliga gjørdist leysur innan fyri verjuna mitt fyri málinum, men skot hansara fór framvið. Í seinna førinum gjørdist hann aftur púra leysur innanfyri verjuna, men vinkulin gjørdist ov spískur og skotroyndin endaði í síðunetinum. Hetta var beint fyri steðgin.

Frægari seinni hálvleikur
Seinni hálvleikur var munandi betri enn fyrri. AB fekk mál rættiliga tíðliga, og hetta fekk lív í dystin, sum nú gjørdist meiri spennandi og intensur.
AB tveitti innkast úr høgru og bólturin endaði fyri føturnar á liðformanninum Jákup Martin Joensen. Hesin stóð skamt uttanfyri brotsteigin og hevði ein riðil av bæði við- og mótstøðuleikarum frammanfyri sær. Hetta órógvaði tó ikki Jákup Martin. Hann langaði til bóltin, sum smeig sær framvið vinum og fíggindum og endaði í málinum aftanfyri Predrag Markovic.
Nakað fyri leiklok var um reppið, at Skála javnaði. Ein bóltur varð lagdur inn í brotsteigin, har menninir kappaðust um at beina hann burtur ella skjóta hann í netið. Endin var at Magnus Poulsen í AB-málinum fekk hondina á eina roynd úr stuttari fjarstøðu, og ein AB’ari fyrst sparkaði ein Skálaleikara niður og síðani bóltin burtur.
Heimaliðið iðraði seg um, at teir hvørki fingu mál ella brotsspark úr støðuni, men AB gjørdi skjótt av og flutti bóltin niðan á hina hálvuna.
Har fingu teir eitt fríspark. Vælleikandi Rani D. Christiansen skuldi leggja bóltin inn í brotsteigin, men bólturin kom ikki longur enn til ein Skálaleikara, sum royndi at rudda burtur. Tað eydnaðist ikki serliga væl, Bjarni Jørgensen fangaði bóltin og lyfti hann inn í fimm-meturin, har innskifti Tummas Hans Rubeksen buldraði bóltin í netið, til stóra gleði fyri bæði leikarar og mælsku viðhaldsfólkini hjá AB.
Stutt eftir var aftur frøði á somu fólkum, hesaferð tí Jens Petur Brattalíð bríkslaði fyri seinastu ferð í dystinum.

Fær illa verið øðrvísi
Dysturin var javnur, Skála hevði bóltin meira, men tað nyttar lítið, tá teir ikki fáa mál. Í verjupartinum riggar heldur ikki væl hjá Skála, tí teir eru tað liðið, sum hevur latið flest mál ígjøgnum. Tá hetta er støðan, fær tað illa verið øðrvísi enn at Skála liggur stigaleyst á 10. plássi.
Hjá AB sær tað munandi betri út. Teirra verja riggar væl, teir hildu málið reint í dag og skoraðu tvey. Hetta hevur givið teimum fýra stig tilsamans, soleiðis at teir nú eru ájavnir við HB og B71 í stigum.