AB er leyst úr botninum

Vágamenn vóru í gávuhýri í góðveðrinum á Dungasandi, har argjamenn takkaðu fyri

Tað er av fagrasta veðri í Sørvági, og lagið er í toppi millum gestirnar á Dungasandi.

 

Í summarsteðginum hevur ivi verið sáddur um, hvussu støðan er við fótbóltinum á Argjum, har AB ikki enn hevur loyst venjaraspurningin, sum hevur verið ósvaraður, síðani Sámal Erik Hentze legði frá sær, og síðani ítróttarstjórin Jonas Dal Andersen boðaði frá, at hann nú fer at flyta aftur til Danmarkar og stórfelagið FCM.

 

Jonas Dal Andersen hevur loyst av sum venjari. AB segði fyri viku síðani, at tað varð vónað, at nýggjur venjari varð tøkur síðst í vikuni.

 

Í dag var Jonas Dal Andersen ábyrgdarmaður fyri liðnum, og tað gekk sum eftir ánni í Sørvági. Alex Troleis hevur bríkslað fyri síðstu ferð, og talvan vísir 1-3. Tað vil siga, at AB riggar til at fara suður aftur við trimum stigum.

 

Úrslitið ber við sær, at AB hevur 16 stig og er frammanfyri NSÍ, sum nú klokkan 17 fer at spæla á heimavølli ímóti HB.

 

AB var frammanfyri 1-0 eftir fyrra hálvleik. Málskjútti miðskeiðis í hálvleikinum var Teitur D. Olsen, sum úr 20 metrum og eitt sindur til vinstru smekkaði bóltin í netið eftir innlegg úr høgru.

 

Fýra minuttir eftir steðgin kendu heimamenninir seg hava fingið um endan, tá ið Mads Borchers umsetti brotsspark til 1-1, men AB svaraði skjótt aftur. Avrikið hjá argjamonnum var eyðkent av stórum vilja, og at teir vunnu nógv fleiri nærdystir enn mótstøðumenninir.

 

Ein tími var farin, tá ið AB skoraði til 1-0, og eitt stórt korter restaði, tá ið 3-1 sigurin varð staðfestur.

 

Í báðum førum var talan um stór mistøk í uppspælinum hjá heimaliðnum. Argjamenn vunnu bóltin, gjørdu skjótt av og vóru beinleiðis og miðvísir í álopsspælinum. Í báðum førum var sera eyðsýndi Marius Kryger Lindh málskjútti.