Næstbesta deildin er endað í so syrgiligari støðu, sum hon ongantíð áður hevur verið í, síðani tað í 1988 varð farið undir kapping við tíggju liðum í trimum teimum ovastu deildunum.
At VB/Sumba og Royn eru varpaði úr 1. deild og so at siga skulu byrja av nýggjum í botninum av landskappingini hevur fleiri avleiðingar. Ein er, at eingi av teimum átta, sum eru eftir í 1. deild, fara at flyta niður. Ein onnur er, at talan heldur ikki verður um niðurflyting úr triði bestu deildini, sum eitur 2. deild.
Ein triðja og nærverandi avleiðing er tað, at talan er um rættuliga skerd umfør í 1. deild. Hesa ferð høvdu B71 og LÍF frí, tí tey skuldu havt spælt móti burturvístu feløgunum.
Tá ið tað var greitt, at VB/Sumba og Royn ikki longur eru partur av 1. deild, varð tað eisini greitt, at B71 næsta ár skal spæla í Formula deildini. B71 var seinast í bestu deildini í 2001. Ta ferðina endaði B71 næstaftast, men sandoyingar taptu endaumfarið móti EB/Streymi, sum flutti upp og hevur verið partur av bestu deildini síðani 2002.
Eftir at AB leygardagin vann á heimavølli móti KÍ, bendir alt á, at Argja Bóltfelag fyri fyrstu ferð nakrantíð skal vinna sær rætt at spæla í bestu deildini. LÍF, sum er einasti kappingarneytin, er fimm stig aftanfyri AB. Tað eru tvey umfør eftir at spæla, og um AB næstu ferð fær fulla úrtøku, so fara teir longu undan síðsta umfarinum at hava tryggjað sær uppflytingina.
AB skal í næstsíðsta umfari spæla á heimavølli móti FSVágum04. Í broyttu skipanini er ásett, at hesin dysturin skal spælast leygardagin 8. oktober. Men sambært upplýsingum frá Argja Bóltfelag er dysturin framskundaður til nú týskvøldið 3. oktober.
AB-KÍ
AB var spælstýrandi, og hóast liðformaðurin Allan Mørkøre var leikbannaður, so royndist tað eisini hesa ferð við uppspæli í høgru.
Mest eyðsýndi AB spælarin var unglingaspælarin Rógvi Poulsen, sum legði AB framum bæði 1-0 og 2-0. Málini gjørdi hann fyrstu løtuna í 1. hálvleiki og fyrstu løtuna í 2. hálvleiki.
Í fyrra førinum stýrdi miðvallarin í vinstru við høvdinum bóltin í málið, eftir at hann var sendur innfyri úr høgru, og í seinna førinum var tað aftur eftir innlegg úr høgru. Seinnu ferðina smekkaði Rógvi Poulsen bóltin upp undir nettakið.
Tá ið ein tími var farin, sneiddi Jón Nielsen seg leysan í brotsteiginum, áðrenn hann setti bóltin framvið KÍ málverjanum.
Tíggju minuttir fyri leiklok pyntaði Julian Samuelsen um fyri KÍ. Hann setti høvdið undir bóltin, eftir at hornaspark var lagt innfyri.
FSVágar04-HB
Við trivaligum 5-1 sigri lyfti HB sær fram á fimta plássið. HB er eitt stig frammanfyri KÍ, sum tó hevur spælt ein dyst færri enn HB.
Stóri HB maðurin var Krzystof Popczynski. Enn eina ferð undirstrikaði hann, at um hann og HB høvdu lagt í, so kundi hann verið ein tann vandamiklasti álopsspælarin í Formula deildini.
HB hevði nógvar unglingaspælarar á liðnum. Hesir høvdu mikukvøldið vunnið FM finaluna, men tað darvaði teimum ikki í fínum avriki, sum fyri tað mesta var grundað í snildum kontraspæli. Popczynski skoraði trý HB mál, og tað var hann, sum tiltuskaði HB brotssparkið, sum Poul Thomas Dam umsetti til mál. Stóri beiggi hjá Poul Thomas Dam, Jan C. Dam, kom eisini á listan.
Einsamalla FSV04 málið syrgdi Sjúrður Ellefsen fyri eftir horna. Hann javnaði til 1-1 miðskeiðis í 1. hálvleiki. Tað kundi bent á spennandi uppgerð, men soleiðis tørnaði tað als ikki út. At heimaliðið longu miðskeiðis í 1. hálvleiki misti ein mann gjørdi sjálvandi ikki fyritreytirnar betri.
SÍ-TB
Líkasælan var stór og ferðin lítil, tá ið TB vitjaði í Sørvági. Tað sást á øllum brøgdum, at hvørki annar parturin ella hin hevði nakað serligt at spæla fyri.
SÍ var greitt betra liðið móti TB liði, sum ikki var sannførandi. Tveir av føstu monnunum vóru leikbannaðir, onkrir vóru burturstaddir, og uppaftur onkur annar var skaddur. Tað tóktist sum um, at onkrir at TB spælarunum høvdu vant millum lítið og einki.
Kortini eydnaðist tað ikki SÍ at fáa mál fyrrenn ein tími var farin. Lítla løtu seinni var 2-0, og tað var so tað. Georg Harald Haraldsen gjørdi fyrra málið eftir innlegg úr høgru, og Ingi Ole-Jacobsen skoraði seinna málið eftir innlegg úr høgru.
1. DEILD
AB-KÍ 3-1 (1-0)
1-0: Rógvi Poulsen 2.
2-0: Rógvi Poulsen 48.
3-0: Jón Nielsen 60.
3-1: Julian Samuelsen 80.
FSVágar-HB 1-5 (1-2)
0-1: Krzystof Popczynski 14.
1-1: Sjúrður Ellefsen 24.
1-2: Poul Thomas Dam br 26.
1-3: Krzystof Popczynski 50.
1-4: Jan C. Dam 85.
1-5: Krzystof Popczynski 88.
Beinleiðis reytt kort: Silva da Braga FSV04 26. og Bárður Mittelstein HB 70.
SÍ-TB 2-0 (0-0)
1-0: Georg Harald Haraldsen 60.
2-0: Ingi Ole-Jacobsen 64