AB framvegis oddalið

Við javnleiki á heimavølli ímóti níggjufaldu meistarunum úr KÍ, er AB framvegis oddalið í bestu kvinnudeildini

Nakað so sjáldsamt sum spenningur er í 1. deild hjá kvinnum, har AB higartil roynist væl sum avbjóðari í kappingini um oddasessin. Síðani annað umfar, tá AB vann 1-0 á KÍ norðuri í Klaksvík fyrst í apríl mánaði, hava argjakvinnur verið á odda.

Tað eru tær framvegis, nú liðini hava hitst enn eina ferð, tí tá AB og KÍ spældu inni í Vika á Argjum sunnudagin, endaði tað við javnleiki 1-1. Í tí dystinum sá tó leingi út, at KÍ-kvinnurnar skuldu fara avstað við øllum, men AB kom afturíaftur og varðveitti harvið eisini oddasessin.

KÍ var tað av liðunum, ið fekk betru byrjanina og hevði yvirvág í undanvindinum at kalla allan fyrra hálvleik. Við sínum eyðkenda spælistíli royndi sigursvanda liðið at søkja at málinum hjá AB, og eftir spæl í hálvan tíma gav tað úrslit, tá Rannvá Andreasen setti bóltin í málið eftir sending úr høgru síðu.

Leiðslan var uppiborin, og hevði hon hildið sær, hevði KÍ eisini yvirhálað AB á stigatalvuni, hóast liðini tá høvdu havt sama stigatal, tí málúrtøkan hjá klaksvíkskvinnum er útivið 20 mál betri!

 

Støðan óbroytt

Men einki er liðugt, fyrr enn alt er liðugt, og tað sást eisini í hesum dystinum, har AB bæði eftir málið og serliga í seinna hálvleiki menti seg og fekk lagt størri trýst á KÍ. Fleiri vandamiklar støður íkomu eftir deyðbóltar, og tað var fleiri ferðir nær við, at útjavningin kom.

Tað var tó ikki, fyrr enn bara smáir 20 minuttir vóru eftir av dystinum, at avgerðin fall. Ikki óvæntað hendi tað eftir eina deyðbóltsstøðu, tí tá AB fekk eitt hornaspark í høgru síðu og sendi bóltin innfyri. Við aftaru stong var Elin Kathrina Thomsen rímiliga leys og skallaði bóltin í málið.

Eftir hetta royndi KÍ at sleppa innaftur í dystin fyri at fáa avgerandi málið, men hóast onkur møguleiki var, eydnaðist tað ikki, og tískil gjørdi javnleiksúrslitið, at støðan framvegis er óbroytt hjá kvinnunum, so AB enn er trý stig framman fyri KÍ.