Undan dagsins fjórðingsfinalum var ein av spurningunum, um tað fór at eydnast høvuðsstaðnum at vinna tvey, eitt ella einki lið í hálvfinaluna.
Nú er tað greitt, at høvuðsstaðurin eigur eitt pláss í hálvfinaluni. Tað er ikki B36, sum tapti í Klaksvík, men tað er AB, sum vann í Hólmanum á Eiði.
Hetta er fyrsta ferðin síðani 2018, at AB er í hálvfinaluni. Ta ferðina tapti AB hálvfinaluna ímóti HB.
Í dag var EB/Streymur á heimavølli favorittur, og alt sá ljóst út, tá ið EB/Streymur í handavend vann seg framum 2-0. Málskjúttar vóru Jens Erik Bruhn til 1-0 og Boubacar Dabo til 2-0. Dabo legði upp til 1-0 málið, og Gutti Dahl-Olsen legði upp til 2-0 málið.
AB svaraði aftur fimm minuttir eftir, at heimaliðið hevði økt um leiðsluna til 2-0. Málskjútti var Rógvi Skála eftir upplegg frá Tóka Næss Rasmussen.
Tóki Næss Rasmussen javnaði til 2-2 tíggju minuttir eftir steðgin. Uppleggið átti Jóan Pauli Tórsson.
Fróði Pæturson Rasmussen skoraði fimm minuttir undan leikloki og eftir hornaspark AB sigursmálið.
EB/Streymur – AB 2-3 (2-1)
1-0: Jens Erik Bruhn
2-0: Boubacar Dabo
2-1: Rógvi Skála
2-2: Tóki Næss Rasmussen
2-3: Fróði Pæturson Rasmussen