AB hevur reist seg úr øskuni

Nú fyrireika teir seg at spæla ein hálvan tíma eyka á Tórsvølli, har AB og B68 kappast um pláss í bestu deildini

Tá ið teir fóru at hvíla seg, var tað nógv, sum bendi á, at B68 var á veg ímóti bestu deildini.

Støðan var 1-0 til B68 við málinum, sum Andri Benjaminsen stútaði eftir innlegg úr vinstru frá Óla. Højgaard Olsen.

Tað taldi eisini B68 til fyrimunar, at argjamenn vóru undirmannaðir allan seinna hálvleik, tí Gilli Róason stutt undan steðginum varð vístur av vøllinum.

Men hóast argjamenn í seinna hálvleiki vóru undirmannaðir, so megnaðu teir at reisa seg. Tá ið dómarin bríkslaði av eftir 90 minuttir, var støðan 1-1, og so er neyðugt við longdari leiktíð.

AB javnaði til 1-1 í 76. minutti. Asbjørn Heðinsson sneiddi seg leysan í høgru, møguleikin sá út til at vera burtur, men úr trongari støðu megnaði hann at leggja innfyri. Ein verjuspælari royndi við høvdinum at beina bóltin burtur, men í staði endaði tað við, at Bjarki C. Nielsen varð leysur í málteiginum og setti bóltin í netið.