Argja Bóltfelagið hevur helst verið mest umtalaða fótbóltsfelagið seinastu tíðina, tí felagið hevur heintað so nógvar útlendar spælarar. AB boðaði frá, at teir ikki skuldu hava fleiri útlendskar spælarar, tá tann 11. kom í hús, men um vikuskiftið kom tann 12. Tó er javnvág komið í.
AB hevur sent 21 ára gamla argentinan, Franco Burset, av landinum. Heimasíðan skrivaði, at felagið hevði gjørt sátmála við hann fyri 2022, men hann verður sum skilst ikki partur av hópinum alíkavæl. Ein nýggjur spælari er í hópinum og var við móti 07 Vestur.
- Talan er um 20 ára gamla Robbie Azodo, sum er úr Finlandi og spælir á høgra vongi. Hann er skrásettur fyri ein landsdyst fyri U19-landsliðið hjá Finnlandi umframt U-landsdystir fyri U18 og U16. Í 2021 spældi hann i næstbestu deildini í Finnlandi, skrivar bolt.fo.
Av Argjum ljóðar, at tað møguliga verður arbeitt við at sortera eitt sindur í hópinum.