AB javnaði í tíðini dómarin hevði lagt aftrat

AB er framvegis millum seks tey fremstu liðini í triðbestu donsku fótbóltsdeildini

Hørður H. Askham og liðfelagarnir í AB spældu í dag móti Hvidovre á heimavølli í triðbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Leingi var tap í hendi hjá AB. Roskilde legði seg á odda stutt undan steðginum, og tá 90 minuttir vóru farnir var støðan framvegis 1-0 til Roskilde.

 

Fimm minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat Killian van Mil bjargingarmaðurin hjá AB, tá hann javnaði til 1-1.

 

AB er nummar seks í deildini við 19 stigum, trý stig frammanfyri Fremad Amager sum hevur 16 stig. Seks tey fremstu liðini vinna seg í ovara endaspælið, og tí ræður um hjá AB at halda fast í sætta plássinum.

 

Komandi fríggjakvøld spælir AB á útivølli móti Hellerup.