Eftir at B71 tók seg úr kappingini í 2. deild, tók Kappingarnevndin avgerð um, at stig, sum eru vunnin móti sandoyingum, verða standandi, og at tey lið, sum høvdu dyst til góðar móti B71, verða dømd at vinna hendan 0-0. Tað vilja tey í AB ikki finna seg í. Víst verður á, at vanlig siðvenja er, at stig og mál móti liðum, sum trekkja seg úr kappingini, verða strikað, og tað vil AB eisini hava FSF at gera í hesum førinum. AB hevur í ár spælt tveir javnleikir móti B71, og tí hevur avgerðin stóran týdning fyri felagið.