AB og KÍ spæla klokkan 16.30

Nú klokkan 16.30 byrjar alt avgerandi dysturin í bestu kvinnudeildini millum AB og KÍ úti í Vika á Argjum. Dysturin skuldi av fyrstan tíð spælast klokkan 13 ígjár, men vegna vánalig veðurlíkindi gjørdi dómarin Jóan Petur Michelsen av at blása dystin av. KÍ-hópurin vóru samdar við dómaran í hesari avgerðini, meðan AB-hópurin mótmælti. Bjørn Krog, U-19 landsliðsvenjari segði við Rás2, at tað var ein røtt avgerð at blása dystin av, tí talan var um vánalig líkindi.

 

Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandinum gjørdi skjótt av, og í gjárakvøldið ásetti kappingarnevndin, at dysturin skuldi spælast í dag klokkan 16.30.

 

KÍ hevur 47 stig, meðan AB hevur 45 stig undan dystinum í dag. Rás2 fer at siga beinleiðis frá øðrum hálvleiki í samstarvi við AW-Dygdarsmíð. Hilmar Jan Hansen og Jákup Mørk vera staddir úti í Vika, har teir eisini fara at fáa viðmerkingar frá báðum liðunum aftaná dystin.