Næstsíðsta umfar í næstbestu fótbóltsdeildini er á skránni seinnapartin í dag. Fyrasta briksl í øllum fimm dystunum verður klokkan 15. Tað hevur verið ófantaligt við regni, vánaligum sýni og nakað av vindi fyrrapartin. Hann sigur frá nakað frægari líkindum seinnapartin.
07 Vestur hevur vunnið deildina. Spurningurin um næstfremsta plássið og harvið seinna uppflytingarplássið er ikki svaraður enn. AB og Skála kappast um hetta plássið. AB er eitt stig frammanfyri Skála, og málmunurin hjá argjamonnum er betri, enn hann er tað hjá skálamonnum. Hjá AB er hann +51, og hjá Skála er hann +32.
AB fær í dag vitjan av teimum næstbestu hjá EB/Streymi. Støðutalvan sigur, at AB er stórfavorittur, og AB vann trivaligan 4-0 sigur, tá ið EB/Streymur í 5. umfari vitjaði á Argjum. Í 17. umfari megnaði AB ikki meiri enn málleysan javnleik í Streymnesi.
Skála er á veg til Klaksvíkar. Fleiri ferðir fyrr í ár hevur tað ikki eydnast skálamonnum at vinna fulla úrtøku ímóti liðum, sum eru væl undir Skála á støðutalvuni eitt nú ímóti KÍ. Báðir dystirnir millum hesi bæði liðini fyrr í ár endaðu við javnleiki 1-1 í Klaksvík og 2-2 á Skála.
07 Vestur eigur í dag heimavøll ímóti B71, sum einki stig hevur fingið burturúr fýra tær seinastu ferðirnar. Tað er greitt, at B68 og NSÍ flyta niður. Hesi bæði liðini spæla á útivølli í dag. NSÍ er á veg í Gundadal at spæla ímóti HB, og B68 er á veg til Leirvíkar at spæla ímóti Víkingi.
Tróndur Arge og Tróndur Sigurðsson siga frá dystinum millum AB og EB/Streym á Rás2. Í morgin klokkan 14.45 sigur útvarpið hjá Kringvarp Føroya frá 24. umfari í Effodeildini.
26. umfar:
AB-EB/Streymur: Bent Tommy Linklett kl. 15.00
KÍ-Skála: Rói Jacobsen kl. 15.00
Víkingur-B68: Súni Fríði Barbá kl. 15.00
07 Vestur-B71: Alex Troleis kl. 15.00
HB-NSÍ: Páll Augustinussen kl. Kl. 15.00
Støðan undan 26. umfari:
1. 07 Vestur 62
2. AB 55
3. Skála 54
4. HB 41
5. Víkingur 33
6. KÍ 32
7. B71 27
8. EB/Streymur 27
9. NSÍ 14
10. B68 14