AB rúmar Jóan Símun fíggjarliga

Tað sigur Sjúrður Olsen, sum vísir á sáttmálatillagin sum avgerandi fyri at fáa landsliðsframherjan

Tey mundu verða mong, sum gjørdust bilsin, tá in.fo fríggjakvøldið kundi avdúka, at Jóan Símun Edmundsson skiftir til AB. Hann er eitt tað heitasta navnið í føroyskum fótbólti og hevur í seinastuni verið settur í samband við eitt nú Vejle í Danmark. Í Føroyum hava feløg sum Víkingur og HB verið nevnd, meðan B68 er barndómsfelagið, sum varð mett at hava ein ess í ermuni, tí Jóan Símun er toftamaður.
Tað endaði tó við, at hann landsliðsframherjin valdi AB fram um hini liðini. Hetta kom óvart á tey flestu. Boðini komu fyrstu ferð á in.fo fríggjakvøldið, og leygarmorgunin skrivaði hann undir við AB.

Felagið á Argjum er ikki millum tey størstu í landinum, men alíkavæl rúmar felagið Jóan Símun fíggjarliga. Tað sigur Sjúrður Olsen, sum er formaður í FC Argjum, ið rekur besta liðið hjá AB. Tað er helst honum at takka, at AB í hvørtfall fram til í summar hevur ein landsliðsframherja í hópinum,
- Vit hava bjóðað honum nakrar møguleikar, sum gera at hann millum annað kann fara til royndarvenjingar uttanlands, og kann skifta í summar um møguleikin er til staðar. Tí er talan um eina tilgjørdan sáttmála til støðuna hjá Jóan Símun, sigur Sjúður Olsen.
- Vit hava tillaga sáttmálan, soleiðis at Jóan Símun hevur allar møguleikar opnar. Tað telur nógv fyri ein spælara, sum ætlar sær víðari. Hansara hægsta raðfesting er at spæla uttanlands at spæla aftur. Tí hava vit valt at gera ein tilgjørdan sáttmála til hansara støðu, sum vit eisini fíggjarliga kunnu liva við, sigur Sjúður víðari.
AB hevur í eina tíð leitað eftir einum framherja, eftir at samstarvið við Ahmed keita steðgaði. Teir hava millum annað havt tvier spælarar til royndarvenjing, men tað er ikki blivið til nakað meir.

- Vit hava eisini leita eftir álopsstyrki uttanlands, men við hesum skiftinum vita vit hvat vit fáa, so hetta er ein trygg íløga fyri okkum, sum vit fíggjarliga kunnu rúma, staðfestur Sjúður Olsen enn eina ferð.

Hava verið eftir Jóan Símun allan vegin

- Vit hava havt leypandi samband við Jóan Símun heilt frá tíðini í Viking í Norra, tá sáttmálin byrjaði at ganga út. Hetta er størsta spælaraskifti, sum hevur verið á Argjum. Talan er um landsliðspælara og tað hava vit ikki havt her fyrr. Hetta er ein staðfesting av at AB stendur í vøkstri og í framburði, og at vit vilja vinna okkum fast pláss í bestu deildini.
- Jóan Símun gevur okkum nogvar møguleikar á vøllinum. Hetta gevur venjaranum møguleikar at flyta runt við fleiri spælarum og tilpassaði liðið, so vit fáa sum mest burtur úr spælaratilfarinum, sigur Sjúður og leggur afturat.
- Hann hevur góðan hugburð, sum passar til felagið og hópin, sigur Sjúrður at enda.

Bill M. Jacobsen:

Seinast eg vandi Jóan Símun endaði hann í Newcastle

Soleiðis tekur nýggi venjari hjá AB til, tá tað gjørdist greitt, at Jóan Símun skiftir til AB. Hann leggur skemtilig afturat, at nú verður spennandi at vita hvat hann endar hesaferð.
Lagið var sjálvandi gott á Bill leygarmorgunin, tá AB hevði ein sokallaðan “Team Building” dag. Áðrenn farið var í gongd við fjølbroytta og spennandi dagin, skrivaði AB undir við Jóan Símun.
- Seinast eg hevði Jóan Símun bleiv hann seldur til Newcastle, so nú er spennandi hvar hann endar hesa ferð, sigur Bill.
- Tá kom hann aftur úr Esbjerg við einum skaða. Hann fullan stuðul og álit frá okkum. Hann spældi saman við eitt nú Ndende og Nenad Stankovic á miðvøllinum og mentist nógv. Tá var hann 16-17 ára gamal, sigur Bill.
- Tað riggaði væl tá, so hví skal tað ikki ragga hjá okkum aftur nú, spyr Bill M. Jacobsen.
Venjarin er heldur ikki í iva um, at at Jóan Símun kann lyfta AB liðið.
- Hetta liðið kann lyfta Jóan Símun upp, og eg trúgvi somuleiðis, at Jóan Símun kann lyfta liðið nógv, sigur Bill M. Jacobsen at enda.


Jóan Símun Edmundsson:

AB vildi veruliga hava meg

Tað var óvæntað, at Jóan Símun valdi AB framum onnur feløg, sum millum annað kunnu bjóða Champions League, Europa League og barndómsfelagið B68. So er spurningurin hví Jóan Símun valdi AB?
- AB vildi veruliga hava meg. Tað hava teir víst á øllum økjum. Tað mest avgerandi fyri meg er spælitíð, tí eg havi ikki spælt so nógv seinastu árini, sigur Jóan Símun Edmundsson.
Tað spælir eisini nógv inn, at Bill M. Jacobsen er venjari hjá besta liðnum.
- Eg havi havt Bill sum venjara í bæði B68 og á U21 landsliðnum. Hann hevur dugað væl at fingið tað besta butur úr mær sum spælara, so tað hevur eisini nógv at siga, sigur Jóan Símun Edmundsson.
Toftamaðurin hevur verið í samráðingum við danska 1.deildarfelagið Vejle, sum hevur Viljorm Davidsen í hópinum. Hesar samráðingarnar komu ikki á mál.
- Tað er fleiri orsøkir til at skiftið ikki bleiv til nakað, sjálvt um tað eina tíð sá sannlíkt út, sigur Jóan Símun.
Landsliðsframherjin ferð í komandi viku at venja í Onglandi við Crew Alexandra, men tað kemur ikki at ávirka sáttmálan við AB.
- Tað var allatíð ætlanin, at eg skuldi til Crew Alexandra at spæla eina dyst í samband við at eg var har og vandi í oktober í fjør. Men eitt møguligt skiftið kemur er ikki aktuelt fyrr enn í summar, sigur Jóan Símun.
Jóan Símun hevur fyribils gjørt sáttmála við fram til summar, tí landsliðsframherjin hevur framvegis eina ætlan um at spæla uttanfyri landoddarnar aftur.