AB skal hava ein áleypara

Argjamenn eru nýggir í Effo-deildini. Símun Rógvi Hansen, Rógvi Poulsen og Sorin Anghel eru komnir til, men felagið leitar framvegis eftir einum til tveimum leikarum, sum kunnu styrkja um hópin til komandi kappingarár.

Sámal Erik Hentze sigur Sosialin, at tað verður eisini leitað uttan fyri landoddarnar, tí teir flestu av føroysku leikarunum hava gjørt sáttmálar fyri komandi kappingarár. Umframt ein áleypara, so hevur felagið eisini eyguni eftir einum miðvallara.
Fróði Benjaminsen hevur leingi verið settur í samband við AB, men tók við sum leinkandi hjálparvenjari hjá HB fyri kortum. Tað ljóðaði eisini, at AB hevði eyguni eftir Ndende, sum endaði við at skifta til TB.
Rói Danielsen kemur eisini aftur til ein part av kappingarárinum. Hann er miðverji, er uppvaksin í AB og hevur spælt á besta liðnum hjá HB. Hann hevur eisni verið á U21 landsliðnum. Hann hevur seinastu tíðina spælt við Skovbakken í triðbestu deildini í Danmark.
Hetta er triðju ferð, at AB flytir upp í bestu deildina og høvðusgrundarlagið undir hópinum fyri komandi kappingarár er egið tilfar og tí hevur AB gjørt sáttmála við næstan allar leikararnar, sum vóru við farna kappingarár.