AB skipar fyri ungdómskapping

Argja Bóltfelag skipar skipar fyri 7. ferð fyri fótbóltskapping á Argjum. Kappingin verður fyri yngru deildirnar og verður í døgunum 12. og 13. august.
Flest allir ungdómsleikarar liggja stillir í bestu tíð á árinum at leika fótbólt. Tað er stórt spell, tí summarfótbóltur átti at verði tikin í størri álvara.
AB skipar tí fyri fótbóltskapping á Argjum. Kappingin verður í døgunum 12. og 13. august, íð er ein vika áðrenn fótbólturin byrjar eftir summarfrítíðina.
Kappast verður í hesum deildum, pinkulingar , smápiltar, piltar, smádreingir, dreingir , pinkur, gentur 10-12 ár, gentur 12-14 og gentur 14-17 ár.
Leikt verður á hálvum vølli, tó leika pinkur og pinkulingar á hálvum vølli. Leiktíðin er tvey umførð á sjey minuttir.
Nr. 1, 2 og 3 fáa heiðursmerkir, umframt at øll vinnandi liðini fáa steyp til ognar. Tilmeldingarskjøl eru send feløgunum, og seinasta freist at melda lið til kappingina er 1. august.
Kappingin hevur verið væl vitjað undanfarin ár, og luttøkan er avmarkað.
Kunning um kappingina fæst eisini á heimasíðu felagsins www.ab.fo.