AB spælir í Vági í kvøld

Nú er tað greitt, at toppdysturin í næstbestu fótbóltsdeildini verður spældur í kvøld.

VB upplýsir, at fyrsta bríkslið í dystinum millum VB/Sumba og AB verður klokkan 17.15.

Ætlanin var upprunaliga, at fyrsta bríkslið skuldi verða klokkan 15.45. Orsaka av at Smyril fyrr í dag hevur havt trupulleikar var dysturin útsettur, og tað var ikki víst, at hann fór at verða spældur í dag.

Nú er greitt, at toppuppgerðin í Vági verður í kvøld. Smyril fór av Havnini klokkan 14, og argjamenn fara av Krambatanga og beinleiðis á Vágseið, har fyrsta bríkslið verður klokkan 17.15.