AB styrkir um hópin

Móstøðuliðið hjá B36 hevur fingið í lag leigusáttmála við ungan russiskan leikara

Fyrrakvøldið eydnaðist danska AB, sum B36 skal royna seg ímóti hósdagin, at fáa í lag leiguavtalu við PSV Eindhoven.


Russiskt stjørnuskot

Talan er um, at AB fram til 30. juni 2001 skal læna 21 ára gamla áleyparan, Erik Kortjaguin.

Sum skilst, er talan um ein sera evnaríkan álopsleikara, sum eisini er fastur fúsur á russiska U-21 landsliðnum.

Umframt at hann nú er sáttmálabundin at hollendska stórfelagnum, hevur Erik Kortjaguin eisini verið knýttur at franska felagnum, St. Etienne.


Skulu ansa sær

Sostatt er líkt til, at uppgávan hjá B36 gerst enn truplari, enn hon var framman undan.

At tað eydnaðist AB at avgreiða leigusáttmálan fyri midnátt týskvøldið merkir nevnliga, at felagið hevur loyvi at nýta russiska leikaran í europeiskum høpi.

Framman undan hevur AB eisini ein av vandamestu álopsleikarunum í donskum fótbólti, nevnliga nigerianska Abdul Sule.