Tað stemmaði rættuliga hjá argjamonnum, tá ið 18. umfar í næstbestu fótbóltsdeildini var á skránni ídag.
AB var á útivølli á niðara vølli í Gundadali, og har eydnaðist tað at vinna 2-1 á FC Hoyvík. AB var frammanfyri 2-0 í hálvleikinum.
Milan Kuljic legði við frísparki AB framum, og dygst undan steðginum økti Ebbe Kristin Thomsen um munin til 2-0, tá ið hann eftir uppspæl í høgru og innlegg stýrdi bóltin í málið.
Stutt undan leikloki minkaði Jan Laursen um munin við stútara, men 2-1 sigurin hjá argjamonnum var ongantíð í vanda.
Serliga kærkomin var AB sigurin, tí TB, sum AB kappast við um uppflytingina, ikki megnaði meiri enn 1-1 á heimavølli ímóti EB/Streymi, sum stríðist fyri at sleppa undan niðurflytingini.
Teitur Justinussen legði TB á odda stutt undan hálvleiki, og Poul G. Olsen javnaði til 1-1, tá ið tað restaðu 20 minuttir.
AB er næstfremst við 40 stigum, og TB er á triðja plássi við 37 stigum.