Í dag verða tveir dystir í 19. umfari í Betri deildini hjá monnum. Við Margáir spæla EB/Streymur og Víkingur, og á Argjum verður satt niðurflytingarbrak millum AB og TB. Tey liggja hvør sínu megin niðurflytingarstrikuna.
Leingi hevur sæð út til, at tað verður bara tann eisini niðurflytarin, tí støðan í 1.deild hevur verið so, at tey næstbestu hjá teimum stóru í Betri deildini hava verið á fremstu plássunum. Tað stendur við, men bæði B68 og 07 Vestur tykjast hava viðgongd, og kunnu órógva tað myndina.
Argjamenn eru uttan Filip í Liða, sum hevur sitið uttanfyri í ált ár. Tað er ivasamt, um hann verður tøkur aftur í ár. Eisini situr Gert Drangastein yvir í dag. Fyri gestirnar hava Jens Erik Bruhn tøkan aftur eftir leikbann, men Musah Armah er framvegis skaddur í knænum.
FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum á Argjum. In.fo hevur beinleiðis frásøgn frá báðum dystunum í dag.
Liðtíðindi:
AB:
Ikki við: Filip í Liða (ryggurin), Gert Drangastein (1 vika)
TB:
Ikki við: Musah Armah (knæskaði, 1-2 mánaðir)
Við aftur: Jens Erik Bruhn (eftir leikbann)
Betri deildin menn – 19. umfar:
Sunnudagin 13. septembur:
AB-TB (15.00) Beinleiðis á FM1
EB/Streymur-Víkingur (15.00)
Týsdagin 15. septembur:
Skála-KÍ (19.00)
Mikudagin 28. oktober:
HB-NSÍ
ÍF-B36
Stigatalvan: (Faroesoccer.com)