Saoirse Kennedy Hill, abbadóttir Robert F. Kennedy, doyði hósdagin, 22 ára gomul.
Myndugleikarnir í USA hava enn ikki kunngjørt upplýsingar um orsøkirnar til deyðan. Tó verður hildið, at hon er deyð av einari yvirdosis, skrivar BBC.
Saoirse Kennedy Hill hevur fyrr greitt frá alment, at hon leið av tunglyndi. Hon las samskifti við Boston College.
Ein røð av sorgarleikum
Í 1963 varð amerikanski forsetin, John F. Kennedy, skotin til deyðis í Dallas.
Í 1968 varð beiggi forsetan, Robert F. Kennedy, eisini skotin til deyðis. Hann stillaði sjálvur upp til forsetaval í USA.
í 1984 varð David A. Kennedy funnin deyður av yvirdosis í einum hotellkamari í Florida, 28 ára gamal. Hann var sonur Robert F. Kennedy.
Í 1997 doyði Michael LeMoyne Kennedy í einari skívanlukku, 39 ára gamal. Hann var eisini sonur Robert F. Kennedy.
Í 1999 doyði John F. Kennedy Jr. í eini flogvanlukku, 38 ára gamal. Hann var sonur John F. Kennedy, fyrrverandi forseta.
Í 2011 fekk Kara Kennedy hjartasteðg og doyði, 51 ára gomul. Hon var bróðurdóttir John F. Kennedy og Robert F. Kennedy.
Í 2012 beindi Mary Richardson Kennedy fyri sær sjálvum, 52 ára gomul. Hon var gift soni Robert F. Kennedy.