Hóast hesa inngerð, er onki, sum tíðir uppá, at tað er skilagott fyri føroyskan búskap at forða fyri lønarhækkan. Tað er hinvegin rein maktmisnýtsla av samgonguoddamonnum, tá hesir nú, hótta við at lóggeva seg burturúr gjørdum avtalum, sum somu menn hava gjørt við fakfelagsrørsluna.
Fyrru ferð var royndin hjá Jóannes Ejdesgaard, tá ið hann í summar royndi at samráða seg fram til ein lønarsteðg. Tað stríðið tapti hann, og hildu vit, at ABC viðgekk tapið. Men nei, nú tey eru komin fyri seg aftur eftir ólavsøkupakkan, og fíggjarlógin er til viðgerðar, verður tað stríðið uppafturtikið. Nú við løgmanni á odda og varaløgmanni í hølunum.
Tey mugu vísa samhaldsfesti, sigur løgmaður, og varaløgmaður hóttir við at koyra tey niður í løn við lóg.
Vælsignaði latið handan sáttmálan fáa frið. Hann er søguligur, hann er fimm ára langur, og hann hóttir ongan búskap. Hann økir um lønirnar við 60 mió. Millum ein triðing og eina helvt kemur inn aftur í landskassan sum skattur, og nógv av tí, sum tá er eftir kemur inn sum MVG og onnur avgjøld. At hótta við lønarniðurskurði skapar ótta, tað minkar um peningaumfarið, men ringast av øllum, so tekur tað alt álit burtur, sum hóast alt er millum politiska valdið og fakfelagsrørsluna.
Og løgmaður kann ikki bara hótta, hevur hann sagt A, má hann eisini siga B. Annars missa øll alt álit á løgmanni, eisini tey, sum hava álit á honum. Tað kann eg so ikki hava nakað ímóti, tí eg haldi, at hann og restin av ABC áttu at lagt frá sær. Men løgmaður er ikki bara ein av 49000 túsund føroyingum, hann er løgmaður og harvið maktfullasti maður í landinum, tí er tað ikki líkamikið, hvat hann sigur. Sigur løgmaður alment, enntá frá Løgtingsins røðarapalli, at fakfelagsrørslan skal niður í løn, og fær undirtøku frá næsthægsta manni, varaløgmanni, eisini frá løgtingsins røðarapalli, so kann fagfelagsrørlan av røttum rokna við, at tað er við slíkari lóggávu, sum ABC samgongna arbeiðir við.
Men, andstøðan er gott nokk ikki maktfullari enn samgongan, ikki á pappírinum. Men í hesum føri skulu tey fáa sína sak fyri, um tey gera álvara av ætlanum sínum at gera seg inn á fakfelagsrørsluna. Tjóðveldi fer so ongantíð at góðtaka at rørt verður við 3 ára sáttmálan. Vit eru til reiðar at verja manngarð um hasa avtaluna.
At lóggeva seg burturúr einum søguliga langum sáttmálanum, er fyri tað fyrsta búskaparliga óforsvarligt! Men tað sum verri er, so vil slík lóggáva forða fyri gagnligum sáttmálasamráðingum framyvir.
?