Kommununar gjalda tað stóra lánið, ið íløgan krevur, viðlíkahald og náttarvaktina á sambýlum.
Eg haldi, at Landstýrið átti, at kent sær eina tvungna fíggjarliga skyldu her! Kommununar hava, eftir at hava fingið játtan frá Landstýrinum, bygt heimini og landið hevur goldið sín part av rakstrinum. Hetta er avtalað frammanundan og hendan skipanin virkar.
Sita eftir við Svarta Peri.
Tá nú Landstýrið sleppur endanum, sita kommununar eftir við Svarta Peri. Íløgan er har; men eingin peningur er til rakstur. Hetta er, at leypa frá avtalu og at heingja onnur uppá rovini, ið eftir verða,” lánið uppá íløguna” og hølini, ið nú ikki verða nýtt til fulnar.
Hetta er púrasta burturvið og kann ikki góðtakast.
Eg haldi, at Landstýrið, har heimini eru bygd og tørvurin framvegis er stórur, átti at kent seg “frívilliga” tvinga til, at gjalda framyvir og tað líka inntil teir koma við einari loysn, ið er til sóma fyri øll og serliga fyri kommununar, ið hava gjørt íløguna og borgarin í krevur búðstaðin.
Er tað ein reformur ið skal til, ella at økið skal leggjast út til kommununar? So haldi eg, at tit skuldu arbeitt við tí og latið verandi skipan koyrt víðari, inntil tit koma við loysnini.
Tað er heldur ikki rímiligt at halda, at kommununar bert skulu góðtaka, at gjalda enn meira av hesi skipan, tí kommununar hava spent bogastreingin nógv. Verður spent meira í, slitnar strongurin og tað verður einki minni enn ein” katastrofa” fyri øll tey ið vara av, um tað hendir.
At spara.
Hetta við at skera til høgru og vinstru tá sparast skal, er ikki tað rætta, tað vita øll, eisini Landstýrið.
Eg vil tí harðliga mótmæla hesi ætlanini, sum í roynd og veru bert tænir einum endamáli, nevnliga, at flyta útreiðslur frá Landskassanum yvir á kommunurnar.
Skal tað leggjast á kommununar, so ger tað ordiliga, t. d. við at leggja alt økið út til kommununar.
Eitt orðafelli sigur: At tað nyttar ikki at spæla væl og tapa. Tað er nógv betur at spæla illa og vinna.
Kanska var tað “valg- agitatión”, ið orðasmiðurin hugsaði um tá hann skrivaði hetta?
Tí má eitt prik til okkara politikarar fylgja hesi grein. Hugsaði um, at til seinasta val, var næstan ikki framkomandi fyri faldarum við lyftum um, at alt skuldi gerast betri hjá teimum eldru. Faldararnir vóru so nógvir við hesum lov-orðum, at IRF hevði trupulleikar við, at brenna alt pappírs- tilfarið, ið politikarar sendu í hvønn postkassa í landinum.
Sig mær, er alt hetta gloymt?