Abraham Løkin nýggjur hjálparvenjari

Fótbóltssamband Føroya hevur gjørt avtalu við Abraham Løkin um at vera hjálparvenjari hjá Brian Kerr. Fótbóltslandsliðið hevur tískil tveir hjálparvenjarar, tí Jens Martin Knudsen heldur fram í starvinum sum hjálparvenjari og málmansvenjari.

Abraham Løkin starvast eisini sum venjari hjá føroyska U-19.