Absalon hevur framsýning í Gallarí Williamsstovu

Hósdagin letur Absalon Absalonsen upp málningaframsýning, og framsýningin verður opin til og við 16. juli.

Absalon Absalonsen hevur havt fleiri málningaframsýningar gjøgnum árini, og hann hevur eisini havt framsýning í Gallarí Williamsstovu áður.

 

Í døgunum, 11.-16. juli, báðar dagarnar íroknaðar, fer listamaðurin at sýna fram 15 málningar í hugnaligu hølunum í N. Finsensgøtu 16. 

 

- Hetta eru serliga bygdaløg og landsløg, sum eg havi málað yvir eina tíð, og nú er so klárt at lata upp nýggja framsýning, sigur listamaðurin.

 

Hann vísir á, at ávísur steðgur hevur verið í málingavirkseminum, men seinnu tíðina hevur rættilig gongd verið á aftur, og væl er komið burturúr.

 

Absalon Absalonsen sigur, at øll eru vælkomin inn á gólvið at síggja nýggju málningarnar, og hann tekur til, at her verður opið, tá alt annað er opið í býnum.

 

##med2##

 

 

 

- Hetta eru serliga bygdaløg og landsløg, sum eg havi málað, sigur Absalon Absalonsen.