Abstraktar damur 100 ár

Hundrað ár eru liðin síðani, spanski málarin Pablo Picasso (1881-1973) málaði høvuðs­verkið “Demoiselles d´Avignon”, sum skelkaði og koll­velti listaheimin og gjørdist grundar­steinur undir modernaðu mynd­listini og sum enn í dag inspirerar eisini føroysk listafólk

Hundrað ár eru liðin síðani, spanski málarin Pablo Picasso (1881-1973) málaði høvuðsverkið “Demoiselles d´Avignon”, sum skelkaði og kollvelti listaheimin og gjørdist grundarsteinur undir modernaðu myndlistini og sum enn í dag inspirerar eisini føroysk listafólk. Hetta var t.d. eitt tað fyrsta verkið, sum listamennirnir Anker Mortensen og Torbjørn Olsen nýttu høvið at vitja í MoMA (Museum of Modern Arts) á teirra ferð til New York undanfarna ár. Vit nýta her høvið at hugleiða um verkið og um týdning tess fyri modernaða myndlistina. Óskiljandi mynd Picasso arbeiddi í fleiri ár við skitsum, blýantstekningum og akvarellum til hetta verk­ið og møguliga var stóri olju­máln­ing­urin uppá hálvantriðja metur ikki heilt fullførdur í 1907, tá hann er dagfestur. Í øllum førum stóð hann í mong ár í starvsstovu Picassos og aloftast vendi bak­síðan úteftir. Málningurin varð upprunaliga ikki framsýndur alment; tað vóru bert tey, ið høvdu sína gongd í atelierinum, sum sóu hann og sjálvt um hetta var ein rættiliga sofistikeraður og listakønur vina­skari, ið t.d. taldi progressivar listsavnarar sum Gertrude og Leo Stein, víðgongda listaummælaran Félix Féneon og avantgarde listafólk sum Matisse og Braque, gjørdust tey øll sum ein illa við av myndini, ið varð hildin at vera margháttlig og óskiljandi. Leo Stein lýsti verkið sum tað bera og andskræmiliga órudd, meðan Felix Féneon ráddi Picasso til at halda seg til karikatur í framtíðini. Listahandlari Picassos, Kahnweiler var sannførdur um, at at myndin ikki kundi vera liðug, so ymishættað hon var hvat stíli viðvíkur. Men allarhelst vóru tað listafólkini, ið gjørdust mest uppøst. Braque kendi seg beinleiðis brendan av myndini, “eins og onkur drakk bensin og spýtti eld”, meðan Matisse og Derain vóru samdir um, at avvarðandi listamaður mundi vera álvarsliga sálarliga sjúkur og kanska enntá í sjálvmorðsvanda. Moderna disharmoni Men hvør er so orsøkin til upp­østu samtíðarreaktiónina? Vit gera okkum ikki altíð greitt hvussu ótrúliga nógv tíðin ávirkar okkara fatan og tí kann tað í dag tykjast okkum løgið, at ein lutfalsliga dekorativ mynd sum “Demoiselles d´Avignon” kundi elva til slíka øsing. Um vit hyggja at myndini, lýsir hon fimm naknar kvinnur, sum eyðsýniliga standa ella sita modell. Møguliga er hetta eitt bordell, sum vit fáa innlit í; í øllum førum sigst heitið sipa til eitt tílíkt hús í Barcelona, men hetta sigur myndin altso ikki nakað beinleiðis um. Í forgrundini sæst frukt á einum hvítum klæði og harumframt hómast bert restin av sjálvum rúminum, har bakgrundin á løgnan hátt blandast við kvinnuskapini framman­fyri. Myndin er annars so merkiliga hendingaleys og vit fáa einki at vita um hvar vit eru stødd og nær hetta gongur fyri seg. Tann einasti, sum ger nakað er kvinnan vinstrumegin, ið lyftir upp í einum reyðbrúnum klæði. Høgrumegin kemur ein onnur kvinna inn í myndarúmið gjøgnum einar bláhvítar gardinur. Hesar báðar kvinnurnar ramma inn og miðsavna ansin fyri teimum trimum kvinnunum í miðjuni, sum stara beint út úr myndini móti áskoðaranum. Meðan tær tvær kvinnurnar í miðjuni síggja lutfalsliga vandaleysar og klassiskt poserandi út, tykist tann triðja nærum óhugnalig við tí maskukenda andlitinum. Vandamikil seksualitetur Lýsingar av naknum kvinnum eru rættiliga vanligar í klassiskari list. Men um vit hugsa um klass­isku myndirnar hjá t.d. Tizian (1477 ella 1488-1576) og Rubens (1577-1640), har nakna kvinnan er symbol uppá harmoni, vakurleika, njóting og nýtt lív, er stórur munur millum hesar og kvinnulýsingarnar hjá Picasso, sum onkursvegna sýnast anti-sensuellar og disharmoniskar. Um tað so er fruktin í forgrundini, sær hon ikki serliga innbjóðandi út. Ikki er tað løgið, at myndin tóktist vinfólkum Picassos óruddi­­lig og disharmonisk. Hon er ógvuliga kompleks og assymetrisk, uppbygd av tvørgangandi skáklinjum í einum klaustro­fobiskum myndarúmi uttan ein savnandi miðdepil. Allar umhvarvsstrikur eru knívhvassar og eitt nú enda nógvir av teimum kvinnuligu formunum í spískum vinklum. Serligur dentur er lagdur á eyguni, ið verða framdrigin við svartari, tjúkkari konturlinju. Í staðin fyri at vera sansaliga eggjandi, tykjast kvinnurnar við teirra víðopnu eygum beinleiðis ágangandi. Stílbland Tað var altso ikki myndevnið, sum skakaði vinfólk Picassos, men heldur mátin, myndevnið var lýst. Omanfyrinevnda viðmerking Kahnweilers um ørkymlandi stílblandið er ikki av leið, tí myndin inniheldur ávirkanir frá klassiskari list, samstundis sum myndin er ovurmoderna og harumframt fangar ótrúliga nógv rák í samtíðini. Hóast myndevnið er klassiskt, tykjast kvinnurnar í mynd Picassos nakað væl minni blúgvar enn í teimum gomlu klassisku lýsingunum. Medferð og huglag minnir meira um tátíðar franskar pornomyndir, hvørs kvinnulýsingar eru meira ágangandi, men kanska eisini daprari enn tær heilsugóðu og eiggiligu kvinnurnar hjá Rubens. Á maskunum og teimum maskukendu andlitunum sæst íblástur frá frumkendari list, sum Picasso eins og mong onnur, byrjaði at samla uppá um somu tíð sum myndin stavar. Sjálvur nevnir Picasso Cézanne sum sína størstu inspiratión og tað er einki at ivast í, at Cézanne og hansara dentur á flatan og á fastan bygnað hevði alstóran týdning fyri myndina og kubismuna, eins og Van Gogh, Gauguin og Matisse og teirra dekorativa antirealisma eisini høvdu sína stóru ávirkan. Innihaldið í Demoiselles er fleirraddað og hevur umframt ta sosialu dimensjónina, sum viðger kvinnuleiklutin í einum bordelli, eisini eina biologiska, ið staðfestir ta náttúrligu kyns­ligu girndina. Maskurnar eru áhugaverdar í hesum sambandi, tí tær geva myndini brá av onkrum upprunaligum og villum og geva hugasamband til Freud og dulvitið. Men tað allarmest geniala og nýskapandi við Demoiselles d´Avignon er knýtt at filosofiska grundarlagnum, sum myndin er bygd á og sum óivað er ávirkað av uppdagingum í samtíðini, m.a. relativitetsteori Einsteins, har virðið av t.d. tíð og rúmi gerst treytað. Eitt tað mest merkisverda við Demoiselles d´Avignon er nevniliga, at hon inniheldur fleiri sjónarmið í senn. Um vit hyggja at teimum báðum kvinnunum, ið standa í miðjuni, eru eyguni avmyndað frammanífrá, meðan vit síggja nøsina frá síðuni. Eitt abstrakt hugtak Hendan frá fyrstan tíð sera illa lýdda myndin skuldi ger­ast byrjanin til kubismuna, sum breyt við aldargamla, mimetiska listaidealið um at endurgeva veruleikan trí­dimensjonalt m.a. við nýtslu av sentralperspektivinum. Frá 1908-1911 mentu Picasso og Georges Braque (1882-1963) tað kubistiska málaríið, har teir m.a. rannsakaðu møguleikarnar í tveydimensjonala flatanum í landslags- og figurmyndum í mold- og grálittum myndum, sum fingu alstóran týdning fyri ta komandi abstraktu myndlistina. Picasso var eitt sonevnt undur­barn og hann var fullgreiður yvir síni evni og týdning fyri ta abstraktu myndlistina. Sjálvur segði hann: “Eg dugdi at mála sum Rafael, tá eg var 12 ára gamal. Tað tók mær eitt heilt lív at læra at mála sum eitt barn”. Og hóast eitt sindur fýrkantað, er sitatið beinrakið um hetta torskilda hugtakið, sum upprunaliga sipaði til eitt nú kubistiska list og aðra ímyndandi list, ið var avskeplað ella ein­fald­að. Í dag verður hugtakið heldur ørkymlandi eisini nýtt um nonfigurativa myndlist. Genta Hóast nógv ár eru millum frúnnar hjá Picasso og gentumyndirnar hjá Ingálvi av Reyni (1920-2005), eru tær nýggjaru bygdar á listarligar ásannanir, sum Picasso legði fyri. Íblástur sæst eisini á tí tálmaða litavalinum, ið eyðkennir kubismuna frá 1908, sum Ingálvur av Reyni lærdi umvegis danskar málarar sum Immanuel Ibsen og serliga Jack Kampmann. Tær mongu gentulýsingarnar hjá Ingálvi eru sera ymiskar alt eftir hvar hesin djarvi listamaðurin er staddur í síni menning. Summar eru nonfigurativar uttan nakran líkskap við veruleikans gentur, meðan tær flestu eru abstraktar í orðsins veruligu merking sum t.d. “Genta” frá 1972, ið Listasavn Føroya eigur. Í hesu myndini ber til at skyna á eitt gentuskap við høvdi, hálsi og kroppi mitt í myndini, ið eisini verður undirstrikað av vertikala myndaformatinum. Men í staðin fyri at endurgeva veruleikan, verður myndevnið tulkað og einfaldað soleiðis, at hugmyndin stendur eftir. Hetta sæst kanska enn greiðari í frálíku lítlu myndini “Liffa” frá 1981, hvørs litir og dynamisku strok er tulking listamansins av eini litríkari og livandi persónligheit. Tað var m.a. omanfyrinevnda Jack Kampmann (1914-1989) fyri at takka, at franska listin í stóran mun kom at ávirka heimligu listina. Hann hevði sjálvur stóran áhuga fyri Cézanne og sum listaformidlari og lærari fekk hann alstóran týdning fyri føroysku listina. Føroysk kubisma? At ein annar týdningarmikil listamaður, Zacharias Heinesen (1936) eisini hevur sans fyri dekorativum, abstraktum damum, prógvaði framsýningin ZH06, sum var at síggja í Listahøllini í Skipasmiðjuni í Havn. Í hans­ara vøkru tekningum sást ein týðiligur og viðurkendur íblástur frá Picasso. Zacharias Heinesen er kanska meira kendur fyri lands­lagslýsingarnar, sum at kalla hava myndað skúla innan føroysku myndlistina. Hesin stílurin verður javnan skýrdur kubistiskur, men spurningurin er hvussu nógv er í hesum. Í øllum førum er talan ikki um tað filosofiskt grund­aða, intellektuella rákið, sum kubisman upprunaliga var. Føroyska kubisman hongur helst saman við teirri sannroynd, at tann abstrakti og geometriserandi málihátturin hóskar væl til lýsingar av føroyska landslagnum, sum frammanundan tekur seg rættiliga puntut út. Um somu tíð eru myndir Zacharias Heinesens meira naturalistiskar og meira abstraktar enn tær 100 ára gomlu damurnar hjá Picasso.