Leitað hevur verið eftir syndabukkum og nakrir eru funnir. Tann danska stjórnin hevur fingið skortfleingjuna, Den Danske Bank somuleiðis, og kann sigast sambært bankafrágreiðingini, at so er. Her má tað gerast, ið gerast kann, fyri at fáa tað, ið av órøttum er tikið frá okkum, mett 1,5 milliard.
Men tá so tjóðveldis- og fólkafloksmenn geva heimastýrislógini og blokkstuðlinum skuldina, kann eg ikki verða við meir. Ein syndabukkur mátti finnast, og sjálvandi má havast í huga, at fyri hesar loysingarflokkarnar, sum ongantíð hava góðtikið heimastýrislógina, er hetta ein funnin fressur at geva henni eitt skot fyri bógvin. Við sínum fimti árum á baki, hevur heimastýrislógin brek, ið eiga og skulu rættast. Vit mugu hava eina sjálvstýrislóg, har vit sum føroyingar eiga at taka við fullari ábyrgd av okkara landi.
Ta veruligu skuldina fyri bankamálið eigur Føroya Løgting. Teir skuldarbundu palliba við børnum og abbabørnum við alt ov høgum veðhaldum. Ávaringar vóru nógvar um at her fór at ganga galið og at vit koyrdu út av eggini, men alt til fánýtis, teir lótu standa til og so ein dag gekk ikki meira.
Tann ovurhonds stóra skuld bleiv løgd á palliba, ið onga skuld hevði í hesum. Nógv skuldarbundin fólk leitaðu sær í onnur lond fyri at lívbjarga sær. Tíbetur eru umstøðurnar batnaðar, og fólk eru so smátt farin at leita sær heimaftur. Harumframt kom, við Guds hjálp, fiskur aftur á grunnarnar og kundu vit sum fólk fóta okkum aftur.
Um tú vil tær og fólki okkara væl, set so ein sterkan Sjálvstýrisflokk inn á ting, tá hevur tú trygd fyri einum góðum sosial liberalum politikki, har ið tikið verður um allar partar í samfelagi okkara, vinnulívinum ? teimum veiku og øllum stættum annars.
Gott val.
Ronald F. Poulsen,
valevni Sjálvstýris-
floksins
P.S. Hvar bleiv kanningin av áttatiárunum av, hon hevur annars stóran áhuga!