AC Horsens hevur keypt Sebastian Pingel

AC Horsens boðar frá, at felagið hevur keypt fyrrverandi B36 og HB spælaran Sebastian Pingel frá Hillerød

AC Horsens boðar frá, at felagið hevur keypt fyrrverandi B36 og HB spælaran Sebastian Pingel frá Adriani Justinussen og Hillerød, sum eisini hevur fingið Daniel Johansen í hópin.

 

31 ára gamli Sebastian Pingel, sum frá 2016 til 2021 spældi í Gundadali, hevur skottið 18 mál fyri Hillerød seinasta árið. Hann hevur klárað seg væl saman við Adriani Justinussen, men nú verða teir kappingarneytar í næstbestu deildini í Danmark.

 

Hillerød boðar frá, at AC Horsens hevur boðið somikið av pengum, at tað røkkur til ásetingina í sáttmálanum hjá Sebastian Pingel. Tí hevur Hillerød ongan kjans at steðga flytingini. Sebastian Pingel og stórsatsandi AC Horsens hava gjørt sáttmála fram til 2026.