Adrian er smittaður av korounu

HB spælararnir eru kannaðir í morgun, og higartil er eingin annar testaður positivur

Koronan herjar, og ítrótturin er illa raktur. Koronan var óboðin gestur í Runavík leygdardagin, tá ið ódnartøk í kappróðri vóru sum liður í fyrireikingunum til fyrsta FM kappróðurin, ið verður á norðoyastevnu í Klaksvík annan leygardag.

 

Í gjár varð staðfest, at ein av mest eyðsýndu spælarunum í bestu landskappingini seinastu árini er sjúkur av koronu. Tað er Adrian Justinussen hjá HB, sum harvið næstu nógvu dagarnar ikki verður at síggja á fótbóltsvøllum. Hann váttar sjálvur, at hann er raktur av koronuni.

 

22 ára gamli Adrian Justinussen lærir til elektrikara og var í holtur við at gera sveinastykkið, nú hann varð raktur av koronuni.

 

Allir hinir HB spælararnir vóru fyrrapartin kannaðir. Úr HB leguni frættist, at teir, sum higartil hava fingið boð um kanningina, eru ikki raktir av koronuni. HB skrivar á heimasíðuni, at avgerð er tikin um, at HB húsið verður stongt næstu dagarnar, og at allar venjingar næstu dagarnar eru avlýstar.

 

ÍF fór í gjárkvøldið suður til Suðuroyar at fyrireika seg til dystin ímóti TB, sum seinnapartin skuldi vera við Stórá. Sum allir hinir dystirnir varð hesin avlýstur. ÍF ferðalagið hevur verið útferð í Suðuroy í dag, og nú fyrireika teir seg at fara norður aftur við Smyrli, sum fer av Krambatanga klokkan 17.30.