Mánadagur 19. mars var dagurin, tá amerikanski bólkurin Aerosmith varð heiðraður í Rock and Roll Hall of Fame í New York. Ein heiður, men eisini ofta eitt heðraklapp til bólkar, ið hava sínar bestu dagar aftan fyri seg.
Aerosmith eru eitt undantak. Júst í hesum døgum drønar vælsmurda rocklagið ?Jaded? áhaldandi á tónleikarásunum í Norðuramerika. Bólkurin ljóðar frískur sum fyrsta dagin við nýggja singlelagnum, ætlað sum agn til komandi útgávuna Just Push Play - tann fyrsta útgávan nakrantíð, sum limirnir í Aerosmith sjálvir hava produserað.
Enska blaðið ?Q? himprast heldur ikki at kalla Aerosmith fyri amerikansku rock-kongarnar.
?Teir skuldu, sjálvsagt, verið deyðir upp til fleiri ferðir. Men onkursvegna hevur Aerosmith vunnið á heroin, sjálvhatri og einum lívi í ótálmaðum marglæti?, staðfestir ?Q?.
Tung byrjan
Søgan um Aerosmith byrjar í 1970, tá bassleikarin Tom Hamilton og guitarleikarin Joe Perry úr ókenda bólkinum Jam Band sláa saman við sangaranum Steven Tylor. Í kjalarvørrinum fylgja trummuspælarin Joey Kramer og guitarleikarin Brad Whitford og ein bólkur, sum fer at skriva seg dyggiliga í rocksøguna er føddur. Listarliga drekkur bólkurin úr sama brunni sum Led Zeppelin, har serliga guitarleikarin Joe Perry hevur Jimmy Page sum fyrimynd - og tað ikki bara hoyrst, men sæðst eisini. The Beatles og Rolling Stones eru eisini millum favorittarnar hjá teimum fimm amerikanarunum - alt enskir bólkar - og Steven Tylor hevur síðani viðgingið, at tey fyrstu tíggju árini av yrkisleiðini royndi hann at vera sum Mick Jagger.
Bólkurin flytir til Boston og gerst skjótt vælumtóktur har um leiðir og í 1972 fær bólkurin loksins ein plátusáttmála við Columbia Records. Legendariski A&R maðurin Clive Davies stendur aftan fyri sáttmálan.
Hóast hetta gjøgnumbrotið, so vóru ikki allar hurðar opnar kortini. Teirra fyrsta pláta - bert kallað Aerosmith - floppaði. Heimurin hevði enn ikki fingið eyguni upp fyri amerikanska rockbólkinum. Aerosmith gjørdu eina plátu aftrat í 1973, Get Your Wings, men henda seldi heldur ikki tað stóra.
Brak og misnýtsla
Tað var ikki fyrr enn við útgávuni Toys in the Attic, at sølan byrjaði at taka dyk á seg. Kritikarar meta hetta sum tað fyrstu veruliga dyggu útgávuna við Aerosmith. Serliga lagið ?Walk This Way? stendur í dag sum ein varði (meira um tað seinni).
Vit eru í 1975 og longu árið eftir kemur Rocks út. Plátan selur tríggjar milliónir eintøk í USA og røkkur einum triðja plássi a hittlistanum. Hetta er eisini útgávan, sum upprunaligi guitarleikarin í Guns N? Roses Slash seinni segði vera ?plátuna, sum broytti mítt lív?.
Men alt er ikki bara gaman. 1977: Draw the Line er fimta útgávan og selur eisini í milliónatali. Hetta er kortini eisini plátan, sum ongin teirra sigur seg minnast at hava gjørt - so langt úti vóru teir í evnismisnýtslu.
Steven Tylor og Joe Perry høvdu tað heldur ikki ov gott við hvønn annan.
Fyrstu tekini um kreppu sóust, tá guitarleikarin Joe Perry fór úr bólkinum og gjørdi sín egna bólk. Í dag viðganga báðir, at teirra samstarv er sum eitt gamalt hjúnalag. Perry sigur, at okkurt er millum teir, sum ger tað hugaligt at skriva løg. ?Steve er sum ein hundur. Um eg spæli ávísar tónar, so byrjar hann at ýla. Og so veit eg, vit eru á rættari kós.?
Meginparturin av 80?unum gjørdist eisini soltin hjá bólkinum. Sølutølini fóru niður og Aerosmith bleiv yvirhálað av glamrock-bólkum so sum Mötley Crüe og Quit Riot. Plátan Done With Mirrors - produserað av Ted Templeman - var eitt flopp, og bólkurin rakk botninum.
Ringir gamlir dagar
Spyrt tú limirnar í Aerosmith um hesa tíðina síðst í 70?unum og frammeftir, so er tað almenn vitan, at teir kallað hana ?the bad old days?. Dagarnir, tá eitt nú tey, sum vildu hanga í velinum á guitarleikaranum Joe Perry, fingu loyvi til tess, um tey ?rindaðu? við fýra grammum av kokain. Allir limirnir í bólkinum vóru so langt úti í rúsevnismisnýtslu, at fólk, ið arbeiddu fyri teir fingu at vita, at um ein av limunum hevði ikki verið at sæð í meira enn 24 tímar, so skuldu tey bróta hurðina inn til teirra kamar. Bara fyri at tryggja sær, at teir framvegis vóru á lívi.
?Eg minnist meg hugsa, tá eg hevði eina millión dollarar á bankabókini: ?tað fer aldrin at henda, at eg missi mínar pengar.? Og veist tú hvat? Tað hendi? hevur Steven Tyler sagt. 70?ini vóru eitt langt ball. Bólkurin spældi fyrr útseldum leikvøllum - við 80.0000 rindandi áhoyrarum. Men narkomistnýtslan vant upp á seg og niðurtúrurin byrjaði.
Avrúsing og endurføðing
Merkisvert var tað, at tá bólkurin var longst niðri valdu teir allir at fara til avrúsingar. Um hetta mundið vistu teir lítið, at tað skuldi gerast ein rapp-bólkur, ið fekk teirra karrieru aftur á flot.
Ein dagin í 1985 fær managarin hjá Aerosmith Tim Collins eitt telefonkall frá grundleggjaranum av Def Jam Records. Plátufelagið er í fer við at gera plátu við rappbólkinum Run DMC og Rubin produserar sjálvur plátuna. Rubin fortelur Collins, at Run DMC í áravís hava rappað til ?Walk This Way?, og Rubin, sum var ein Aerosmith ?fan? ætlaði at spyrja, um tað var í lagi, at rappararnir sluppu at brúka hetta lagið.
Tað var ikki eldhugur, ið fekk Aerosmith at játta eitt samarbeiði, men meira ein trongd eftir at fáa áttatúsund dollarar, sum eisini bleiv lovað teimum. Trummuspælarin Joey Kramer hevur síðani sagt: ?Tað einasta eg visti um rapp var, at eg hataði tað.?
Men tað ótrúliga hendi. ?Walk This Way? gjørdist eitt heimsumfatandi hitt-lag. Og nú lá eisini Evropa víðopið fyri amerikanska bólkinum. Limirnir siga, at um tað mundið dugdu teir ikki at virðismeta týdningin av, at ?Walk This Way? gjørdist ein ?rapp-klassikari?, men í dag duga teir at síggja, at hetta var ein av orsøkunum til, at teir aftur fingu vind í seglini.
Onnur ting gjørdu seg eisini galdandi. Mest týðandi var tað, at teir nú allir vóru edrúir. Fløgan Permanent Vacation, sum kom út í 1987 boðaði ikki bara frá, at bólkurin var aftur á fótum, men at nú royndu Aerosmith at gera tónleik, sum eisini riggaði til mainstream tónleikastøðirnar. Hetta var gjørt við at fara í samstarv við aðrar sangskrivarar. Hetta var eisini fyrsta útgávan, har kanadiski produsearin Bruce Fairbairn sat aftanfyri knøttarnar.
Aerosmith vóru aftur á rættari kós.
Klassikarar
1989 skuldi gerast árið, har Aerosmith setti øll persónlig met. Orsøkin var útgávan Pump - í dag ein rock-klassikari av teimum heilt stóru. Við løgum sum ?Love In An Elevator?, ?Jamie?s Got A Gun? og ?The Other Side? lá heimurin víðopin.
Útgávan rakk eisini toppin á øllum heimsins tónatindum og á tónleikarundferðini, sum fylgdi í kjalarvørrinum, taldust fleiri enn ein milliard fólk millum teirra sum sóu ella hoyrdu Aerosmith. Bólkurin gerst ein risi á heimsins rockpalli. Eftirristingarnar frá brakinum røkka heilt inn í 1991, tá bólkurin vinnur ein Grammy fyri lagið ?Janie?s Got a Gun?.
Tey, sum hildu, at nú kundi tað ikki gerast betur - ja, tey fóru skeiv. Næsta útgávan Get A Grip gjørdist eisini eitt drønandi brak. Hon lendið beinleiðis á nummar eitt á amerikanska Billboard hitt-listanum. Hetta var sjálvsagt eisini eitt prógv um, hvussu stórar vónir fólk høvdu til bólkin eftir Pump. Løg sum ?Livin? On The Edge?, ?Cryin? og ?Amazing? fingu øll undirtøku frá radiostøðum, lurtarum og keyparum. Aerosmith spældi 225 konsertir kring allan heim og tá avtornaði hevði Get A Grip selt 12 milliónir eintøk.
At tann stóri, breiði lurtaraskarin nú tók Aerosmith til sín skuldi tó eisini vísa seg at gerast eitt tvíeggjað svørð, sum mundið gjørt av við bólkin. Aerosmith kendu seg onkursvegna bundnar av stóru sølutølunum, og í huginum hjá mongum bar næsta útgávan boð um, at bólkurin var um at selja sína sál. Nine Lives var øll sum hon var skrivað saman við kendum sangskrivarum so sum Diane Warren í strembanini eftir at verða verandi inni í radio-hitanum. Hetta eydnaðist eisini til fulnar við løgum so sum ?Falling In Love (Is Hard On The Knees)?, men í oyrunum hjá mongum ljóðaði henda útgávan meira stirvin og mekanisk enn undanfarnu stórseljararnir.
Aftur í oddinum
Bólkurin mundi eisini farið í søguna um hetta mundið. Brúk var fyri einum steðgi. Hann gjørdist langur. Onki upprunatilfar hevur verið at hoyrt frá bólkinum í úti við fýra ár. Við nýggju útgávuni er hetta nú søga, og alt bendir á, at bólkurin er listarliga endurføddur á øðrum sinni.
Ein av høvuðsorsøkunum halda limirnir í bólkinum vera, at teir hava sjálvir produserað og skrivað løgini.
?Tá plátufelagið byrjaði at tosa um, hvørjar produsarar vit skuldu brúka til nýggju útgávuna, vendist alt í búkinum hjá mær?, sigur Joe Perry við ?Q?. Plátufelagið var alt annað enn sannført um, at Aerosmith sjálvir kundu standa fyri produktiónini. ?Men hetta gjørdi okkum bara upp aftur meira sannførdar?, leggur Steven Tylor aftrat.
Endin var, at Joe Perry bygdi eitt studio heima hjá sær, har allir limirnir hittust at skriva og innspæla nýggju løgini. ?Vit løgdu ikki frá okkum fyrr enn vit høvdu skrivað okkurt. Kenslan okkara millum var eisini, at vit vildu skriva heimsins bestu plátu?, leggur Steven Tylor aftrat.
Onkur heldur kanska tað er ósmæðið, meðan onnur frøast yvir tankan um, at gamlir rockarar - Tylor er 53 ár og er tann elsti - framvegis hava slíka drív-megi. Ein kritikari fer so langt sum at siga, at stóra undurið er ikki, at allir limirnir yvirlivdu narko-helviti og framvegis eru saman, men at bólkurin hevur klárað at ligið frammi í oddinum øll hesi árini.
Hinvegin so dylur bassleikarin Tom Hamilton ikki fyri, at teir allir eru greiðir um, at Aerosmith eisini fer at fáa ein enda: ?Vit hava gjørt hetta í so mong ár, at eg haldi, vit eru allir greiðir yvir, at hetta fyrr ella seinni fær ein enda. So við hesi plátuni hava vit veruliga kýtt okkum fyri at gera og levera tað besta, sum vit yvirhøvur kunnu.?
Mangt bendir á, at fólkið tekur undir við bólkinum. Staklagið ?Jaded? verður dúgliga spælt og Just Push Play kom beinleiðis inn á nummar 2 á amerikanska Billboard hitt-listanum.
Meðan komandi tíðin fer at vísa, hvussu hendan útgávan fer at hildnast, so er ikki ov nógv sagt, at Aerosmith eru kanska ikki bara tann størsti amerikanski rockbólkurin, men fyri vist eisini tann seinasti frá klassiska tíðarskeiðnum - sjeytiárunum.