Aerosmith rocka framvegis

Steven Tyler ger nú greitt, at einki hald er í leysasøgunum um, at hann er á veg úr rockbólkinum. Tað hevur annars ljóðað fyri vist, at frontfigurin og forsangarin í Aerosmith, Steven Tyler, var vorðin somikið óklárir við hinar í bólkinum, at hann hevði tikið avgerð um at ganga egnar leiðir.

Og tíðindini tóktust eisini váttað, tá Joe Perry, sum spælir guitar hjá Aerosmith, segði, at Tyler í seinastuni var farin alt longur frá restini.

Júst Perry var tó saman við Tyler til eina konsert í New York í gjár, og tá vóru boðini púrasta greið.

- Eg vil gjarna hava, at New York veit av, at eg ikki eri farin úr Aerosmith. Hatta eru altso ósonn leysastíðindi, segði Steven Tyler við fjølmiðlar.