Ætla at fáa fleiri at flúgva til hondbólt í Basel

Fleiri enn hálvthundrað áskoðarar hava longu teknað seg

Hóndbóltssambandið ynskir at geva enn fleiri føroyingum møguleikan at flúgva beinleiðis til Basel í samband við EM endaspælið hjá kvinnum.

 

– Tí verður arbeitt við møguleikanum at seta eitt flogfar aftrat inn at flúgva beinleiðis til Basel fríggjamorgun, 29. november 2024, og heim aftur beint eftir triðja dystin tann 3. desember 2024, skrivar Hondbóltssambandið.

 

Prísurin fyri ferðina er: 4.899,00.

 

Skráseting fer fram á: https://forms.office.com/e/2wgJ8k6EQR.

 

Ferðin er treytað av, at nóg nógv hava tilmeldað seg sunnudagin 13. oktober 2024.

 

Leikskrá hjá føroyska liðnum:

 

29. november 2024: Sveis – Føroyar

 

1. desember 2024: Føroyar – Kroatia

 

3. desember 2024: Føroyar – Danmark