Ætla at stjala eina millión frá kollfirðingum

Tað er púra burturvið, siga tveir býráðslimir

Ætlanin at gera ábøtur á ítróttarhøllina í Kollafirði, hevur fingið eitt skot fyri bógvin.

Tórshavnar Býráð ætlar nevniliga samtykt at taka eina millión krónur av játtanini til ítróttarhøllina og ístaðin brúka hana til at leggja sjóhita í Müllers Pakkhús í Havn. 

Býráðið vísur á, at endamálið er at skipa og víðka Skálatrøð til at verða ein virknan býarpart, har dentur eisini skal leggjast á mentanarstovnar.

- Müllers Pakkhús er týðandi mentanarpallur hjá kommununi og partur av sama øki, sigur býráðið.

Tí ætlaði meirilutin í býráðnum at taka 1,089 milliónir krónur av játtanini til ítróttarhøll og leggja sjóvarhita í pakkhúsið ístaðin.

Ætlanin var at býráðið skuldi samtykkja hetta, men tað kom ongantíð so langt sum til atkvøðugreiðslu

Í býráðsfundinum varð ført fram, at mentanarnevndin hjá býráðnum hevði ikki havt høvi til at siga sína hugsan um málið.

Tí varð tað beint aftur til viðgerar í mentanarnevndini og verður so lagt fyri býráðið aftur seinni til endaliga avgerð.

Heðin Mortensen vísir á, at verkætlanin í Kollafirði hevur ligið still síðani í vár og har er einki hent. Hinvegin er klárt at bjóða Müllers Pakkhús út.
Tað merkir ikki, at ítróttarhøllin ikki verður gjørd, tí tað verður hon, sigur hann.

Men tað vóru ikki allir býráðslimir, sum vóru so fegnir um hesa ætlanina 

Jógvan Arge heldur at tað er púra burturvið at stjala eina millión frá ítróttarhøllini í Kollafirði og brúka tað til sjóvarhita í Havn, sum hann málbar seg.

Hann vísir á, at tað var longu í mars, at býráðið samtykti at byggja ítróttahøllina í Kollafirði út.

Hann vísir á, at tað hevur tikið fleiri ár at koma so langt sum til at taka eina avgerð um ítróttarhøllina.

 

Tá ið býráðið hevur samtykt eitt mál, áliggur tað borgarstjóranum at seta samtyktina í verk, men tað hevur hann ikki gjørt í hesum føri, sigur Jógvan Arge. 

- Men tá ið ein loysn so varð funnin, kemur býráðið, ella umsitingin í býráðnum, sum ketta upp úr høvdatrogi og stjala pengarnar til sjóvarhita í Havn við teirri umbering, at einki er hent í málinum.

Ístaðin fyri at taka pengarnar til sjóvarhita frá ítróttarhøllini í Kollafirði, mælti Jógvan Arge, mest í meinfýsni,  heldur til at taka teir frá ætlaðu nýggju svimjihøllini í Havn, tí har er einki hent.

- Og ein svimjihøll og sjóvarhiti hava hóast alt meiri í felag enn ein ítróttarhøll og sjóvarhiti, helt hann turrisliga fyri.

- Men har er eisini nógv meiri at taka av, tí har er einki hent, staðfestir hann

Elin Lindenskov helt, at tað var ein provokatión at mæla til at taka pengarnar frá svimjihøllini, tí hon fer at atkvøða ímóyi øllum sum ber í sær, at svimjihøllin missur játtan.

Eisini Jákup Dam, býráðslimur, helt, at hetta er heilt burturvið at taka játtan frá ítróttarhøllini í Kollafirði.