– Ella hevði tað loyst seg at latið Haraldssund uppaftur, fyri at kunnu gera elorku burtur úr tí harða streyminum í sundinum?
Hevði tað loyst seg at latið Haraldssund upp aftur, so at vit kundu gjørt elorku burtur úr tí harða streyminum í sundinum?
Tað er spurningurin, tey bæði Landsstýrisfólkini, Henrik Old, sum umsitur samferðslumál, og Sirið Stenberg, sum umsitur orkumál, nú skulu svara.
Tey bæði tingfólkini í Norðoyggjum, Jónleif Johannesen í Javnaðarflokkinum, og Óluva Klettskarð úr Tjóðveldi, reisa nú spurningin um at leggja sjóvarfals-orkuverk í Haraldssund.
Men so skal sundið latast upp aftur, og tey bæði landsstýrisfólkini skulu nú greiða frá, um tey halda, at tað hevði loyst seg.
Tey bæði løgtingsfólkini vísa á, at byrgingin um Haraldssund er ongantíð gjørd liðug og tey vísa samstundis á, at umstøðurnar eru so hættisligar, at tað er javnan, at fólk ikki hætta sær at koyra yvirum byrgingina.
Jónleif Johannesen spyr tí Henrik Old, um nøkur ætlan er um at gera arbeiðið liðugt.
Men hann heldur, at áðrenn farið verður undir arbeiðið, eigur tað at vera kannað um tað ikki ber til at finna eina loysn, so at rákið í sundinum kann gagnnýta til elorku.
Hann heldur, at tað hevði verið óheppið at latið møguleikan fyri at gera eitt sjóvarfals-orkuverk í Haraldssundi, gloppið okkum av hondum, bara tí at møguleikin ikki er kannaður.
Óluva Klettskarð vísir á, at í hesum døgum fyrireikar Bakkafrost arbeiðið at gera eina stóra smoltstøð beint við byrgingina um Haraldssund.
Hon sigur, at ein so stór smoltstøð krevur ógvuliga nógva orku, og sum skilst er ætlanin hjá SEV at leggja eina orkuleiðing eftir botni úr Eysturoynni yvir á Borðoynna, fyri at útvega virkinum orku
- Tað tykist burturvið, og sum at fara yvir um ánna eftir vatni, heldur hon.
Hon helduir, at tað hinvegin skuldi verið lagamanni at kannað um byrgingin kundi verðið ein komandi orkukelda.
- Haraldssund er mett at vera tað sundið, har harðast rekur, so at latið sundið upp aftur og fingið turbin í byrgingina, er ein fyrimunur fyri allar partar - uttan mun til um smoltstøðin gerst veruleiki ella ikki, heldur Óluva Klettskarð.