Ætlanin hjá Fornminnissavninum eitt skrímsl

Síðsta orðið er ikki sagt enn um framtíðina hjá Múrinum í Kirkjubø, hóast Landsstýrið hevur tikið eina endaliga avgerð. Í Kirkjubø harmast tey um avgerðina og eru sannførd um, at hon ikki als ikki fer at rigga

Endalig avgerð er nú tikin um framtíðar varðveitingina av Kirkjubømúrinum. Tað er landsstýrismaðurin í mentamálum, Ivan Johannesen, sum hevur gjørt av, at varðveitslan verður loyst í tveimum stigum. Tað førir við sær, at verkætlanin hjá sjálvbodna áhugabólkinum við J. P. Gregoriussen, arkitekti, á odda, sum varð kunngjørd í januar í fjør, verður ikki gingin á møti.

Páll Patursson, bóndi í Kirkjubø, er ein teirra, ið hevur sitið í sjálvbodna áhugabólkinum. Bólkurin hevur í brævi til landsstýrismannin í mars í ár mælt til at seta ætlanina í verk.

? Mær hevur ongantíð dámað ætlanina hjá Fornminnissavninum. At klæða Múrin í eina slíka konstruksjón verður ikki gott og tað fara teir heilt vist at angra. Vit høvdu eina góða, reint føroyska verkætlan, ið loysir allar trupulleikarnar í Múrinum. Men vit virða, at tað eru myndugleikarnir, ið ráða, sigur Páll Patursson.


Í tveimum

Ætlanin, ið landsstýrismaðurin í mentamálum nú fer at seta í verk, er í tveimum stigum. Í fyrstu atløgu verða bráðfeingis verndartiltøk sett í verk, sum Føroya Fornminnissavn hevur mælt til, og í aðru atløgu verður ein arbeiðsbólkur sett at fyrireika hugskotskapping við tí endamáli at finna fram til eina varandi loysn. Avgerðin úr Landsstýrinum byggir á tilráðingar frá Føroya Fornminnissavni og sakkøna ráðgeving úr Føroyum, Danmark og Noregi.

? Okkara verkætlan byggir eisini á sakkøna ráðgeving, bæði føroyska, íslendska, dansk og norska. Vit hava tosað við nógv fólk, til dømis íslendska arkitektin, Tórstein Gunnarsson, sum hevur staðið fyri umvælingini av eldri bygningum í Íslandi og danan Exner, ið hevur staðið fyri umvælingini av Kolding Hus. Og okkara ráðgevarar siga tað øvugta av tí hesir siga. Tað verður bara pástandur ímóti pástandi.

Tað er einki dulsmál, at undanfarni landsstýrismaðurin í mentamálum, Sámal Petur í Grund, gjørdist rættiliga hugtikin av verkætlanini hjá áhugabólkinum í Kirkjubø og enntá ásetti ein dag, tá ið ætlanin kundi verða liðug. Nevniliga til 1000 ára hátíðarhaldið fyri kristnanini av Føroyum.

? Hann dugdi at síggja tað skilagóða í okkara ætlan. Tað er ikki satt, sum tað verður sagt í endaligu avgerðini hjá hesum landsstýrismanninum, at okkara ætlan skaðar Múrin. Hon nemur als ikki við Múrin. Sum eg dugi at síggja, verða teir noyddir at bora tvørtur ígjøgnum Múrin fyri at leggja hesa konstruksjónina á og tað nertir sanniliga Múrin. Teir mótsiga sær sjálvum alla tíðina, sigur Páll Patursson.

Fornminnissavnið og sakkønu tess hava mælt frá at geva loyvi til verkætlanina hjá áhugabólkinum í Kirkjubø, har Múrurin verður bygdur um til brúksbygning. Sambært teirra sannføring stríðir tað ímóti lógini um friðan av fornminnum og tað fer eisini at skaða Múrin sum fornminni.

? Múrurin hevur verið brúktur fyrr. Nógvir lutir, sum eru í Kirkjubø og aðra staðni, stava frá Múrinum og teir eiga at koma aftur í Múrin. Tað er vanvirðiligt, at til dømis Kirkjubøstólarnir, sum koma aftur til Føroya í ár, skulu í eitt trotabúgv av einum møblahandli í varðsveitslu. Tað er í øllum førum ikki eitt virðiligt stað. Lutirnir eiga at vera har, teir eiga heima og vit kunnu ikki góðtaka annað, sigur Páll Patursson.


Kapping

Hóast landsstýrismaðurin í mentamálum hevur tikið eina endaliga avgerð, hava kirkjubøfólk ikki mist vónina um, at teirra verkætlan kemur fram í ljósmála aftur. Áhugabólkurin ætlar sær at taka lut í hugskotskappingini við verkætlanini.

? Vit hava broytt hana eitt sindur, síðani hon varð løgd fram alment og tað er eftir ynski frá ymsum fólki. Tað sum kann tykjast løgið er, at tað er eingin, ið setir spurnartekin til ætlanina hjá Fornminnissavninum, men bara okkara. Hvør sigur, at teirra ætlan heldur í øllum veðri. Sum eg dugi at síggja, skulu fleiri hundrað plátur leggjast á Múrin og fáa vit eina ódn sum í 1988, kann eg ikki ímynda mær, at konstruksjónin fer at halda. Ein slík ódn kann koma aftur, nær tað skal vera. Vit eiga bara ein Múr og dettur hann niður, fæst hann ikki aftur, sigur Páll Patursson.


Síðsta orð ikki sagt

Kjakið um framtíðina hjá Múrinum í Kirkjubø, mætasta fornminninum í landinum, er ikki av enn hóast landsstýrismaðurin í mentamálum hevur tikið eina endaliga avgerð.

? Mær kunnugt skal Fornminnissavnið hava loyvi frá ymiskum myndugleikum, skal teirra ætlan setast í verk, sóknini, friðingarnevndini, og øðrum, og mær vitandi er eingin fyrispurningur komin, sigur Páll Patursson.

? Hóast vit virða, at mentamálaráðharrin ræður, er síðsta orð ikki sagt í hesum máli enn. Eg kundi hugsað mær, at ein ógegnig nevnd varð sett, sum setti spurningar fram til báðar partar, áðrenn farið verður undir hesa ætlanina. Hon kundi verið mannað av føroyingum, verkfrøðingum, arkitektum, arkeologum og øðrum og á tann hátt kundu vit fingið svar uppá nógvar spurningar, ? ikki minst til hatta skrímslið av eini konstruksjón, ið ætlanin er at leggja á Múrin, sigur Páll Patursson at enda í viðtali.