Ævintýrini á ferð við Einstein

Búi Dam og Dánjal á Neystabø eru aftur á ferð við ævintýrunum

 

Mong børn og foreldur við, vóru kedd, tá menninir aftanfyri Ævintýraferðirnar, Búi Dam og Dánjal á Neystabø, í 2012 boðaður frá, at Endaveitslan, sum varð spæld tað árið, var endabresturin hjá Ævintýraferðini.

- Tá vit góvust, høvdu vit gjørt tað, vil vildu gera við Ævintýraferðini. Okkara seinastu framførslur vóru í 2012, men tað var mest endurnýtsla av gomlum tilfari, so tað seinasta nýggja tilfarið hjá okkum var gjørt í 2011, greiðir Dánjal á Neystabø frá.

 

- Ævintýraferðin var jú stak væl umtókt, og tað er eyðsæð, at vit raktu ein ella annan tørv, sigur Búi Dam.

 

Nú eru teir tó aftur, og smæðast ikki við at siga, at teimum hevur longst eftir, at arbeiða við barnatilfari aftur. Sum áður er dentur lagdur á stuttligt undirhald fyri børn, men kanska er meiri dentur lagdur á kunnandi tilfar hesuferð. Nýggjasta ævintýrið snýr seg um ongan mætara enn Albert Einstein.

 

- Í nýggju framførsluni læra børnini um atdráttarmegi, um bylgjulongdir, hvat hendir, um tú ferðast líka skjótt sum ljósið, hvat er tíð og sjálvandi, tá um ræður um Einstein, relativitet, sigur Dánjal á Neystabø.

 

- Nógvir av spurningunum eru grundleggjandi fyri okkara heimsfatan og innast inni er spurningurin vit seta okkum, hvør eri eg, sum eisini verður nomið við í einum av sangunum, sigur Dánjal á Neystabø.

 

Framførslurnar hjá Ævintýraferðini hava verið eyðmerktar av, at børnini í stóran mun taka lut í framførsluni.

- Tað er enn ein týdningarmikil partur av framførslunum hjá okkum, sigur Búi Dam, sum heldur, at børn í dag fáa ov nógv undirhald borið í fangið.

 

- Í ávísan mun mugu børn læra at spæla sjálvi, og eg haldi ikki tey duga tað so væl í dag sum áður, sigur Dánjal á Neystabø, sum tó viðgongur, at hann kanska romantiserar fortíðina eitt sindur. Búi Dam er tó samdur.

- Eg havi varhugan av, at flotti grafikkurin í telduspølum og sjónvarpsrøðum ger, at børn rætt og slætt seta størri krøv til sítt egna hugflog. Tey eru von við, at alt sær so gott út og er so væl gjørt, at tey ikki hava álit á sínum egnu evnum og sínum egna hugflogi, sigur hann.

 

Dánjal á Neystabø og Búi Dam eru í løtuni á ferð í Føroyum við nýggjastu framførsluni og fríggjadagin góvu teir eisini eina fløgu út í samband við hesa nýggju søguna um Einstein. Hiðani og til juni mánað framføra teir í skúlum, barnagørðum og stovnum, og síðani verða onkrar almennar framførslur eisini, millum annað á G! og á Ólavsøku.

 

Nú teir eru byrjaðir aftur, hava teir ikki sett nakað mark fyri, hvussu leingi teir halda á í hesum umfari.

- Vit hava fleiri søgur, vit kundu hugsa okkum at fortalt børnunum, og fleiri evni, við kundu hugsa okkum at nomið við. Bæði innan føroyinga søga, føroyskar og útlendskar bókmentir, hugvísund, heimsspeki og átrúnaður eru evni, sum vit halda tað hevði verið stuttligt, at gjørt okkurt við, siga teir báðir at enda.