Ævintýrlig reklama á Internetinum

Discovery Channel hevur eina reklamutænasta á Internetinum, har kanalin undirheldur við framúr on-line adventurespølum

Tekstmaskinan


Sjónvarpslýsingar virka vanliga bert annan vegin. Frá framleiðara til hyggjara. Framleiðarin hevur ein boðskap, sum skjótt og helst so bíliga sum gjørlig skal fáast út til okkum - at lætta um pengapungin. Flestu lýsingarnar eru »spots«, ið bert verða víst í nøkur fá sekund.

Á internetinum hevur miðlakonsørnin Discovery Channel ført fram ein nýggja hátt at reklamera, sum er interaktivur og kann vara í tímavís. Staðið eitur Explorer og er eitt stað, har konsørnin nýtir online adventurespøl til at reklamera fyri seg sjálva.

Teir eru júst farnir undir eitt triller-ævintýr í fýra pørtum. Tað snýr seg um býin Istanbul og leggur partvís upp til eina sjónvarpsrøð, sum verður send í heyst um fremmandar og eksotiskar mentanir og partvís til eina røð av teldufløgum, sum firmaið eisini letur út á marknaðin í heyst. Hvønn mánað fram til fløgan kemur, verður ein nýggjur partur av spælinum latin leysur.


Løgnir pakkar

Spælið eitur Sélam The Secret Language, á donskum Sélam, tað loynilig málið og fyrsti partur snýr seg um at lata nakrar pakkar til ymsar mystiskar adressur í Istanbul. Tú er kurerur fyri eina organisatión við tí løgna navninum IDS, Impossible Delevery Service, altso ómøguliga leveringar. Áðrenn tú hevur vent tær, ert tú miðskeiðis í einum plotti av intrigium.

Spælið virkar sum eitt vanligt adventurespæl við mystisku uppgávum og sporum allastaðni og tað er stuttligt, tí tú veruliga skal rannsaka býin fyri at finna røttu fólkini til pakkarnar. Plottið virkar.


Næstan sum á teldufløgu

Tann nýggja webtøknin verður nýtt, og tú kanst illa skilja tað frá einari vanligari teldufløgu. Har er ein flott ljóðsíða, smá kort, men lívandi animatiónir og stórar og litríkar myndir. Animatiónirnar mugu av góðum grundum vera lítlan av tí seina dátaflutninginum á Netinum. Hinvegin er spæli bíligt. Tú kanst veera online nógvar tímar, áðrenn pengarnir til eitt rættuligt teldufløguspæl eru brúktir.

Tað er bæði ein flott og imponerandi websíða og eitt undirhaldandi spæl. Tú gloymir skjótt - at talan bara er um eina reklamu?!

Adressan er: www.planetexplorer.com