Amerikanarar og serliga amerikanskir hermenn eru illa umtóktir í Afghanistan í hesum døgum, og tað sást serliga í gjár, tá ein afghanskur stjórnarhermaður fór at skjóta eftir amerikonskum hermonnum uttan fyri eitt fongsul í høvuðsstaðnum Kabul. Tveir amerikanskir hermenn doyðu, og tveir aðrir vórðu særdir, áðrenn aðrir hermenn skutu tann afghanska hermannin.
Ta fyrstu løtuna ljóðaði, at talan kanska var um ein uppreistrarmann í hermannabúna, men leiðslan á hermannaskúlanum í Kabul váttaði seinni, at maðurin var úr stjórnarherinum. Eygleiðarar siga, at tilburðurin gevur eina mynd av, hvussu spent støðan í Afghanistan er.
Aðrastaðni í Afghanistan vóru stórar mótmælsigongur um vikuskiftið, har fólk mótmæltu tilburðinum í síðstu viku, sum kostaði umleið 50 sivilfólkum lívið. Amerikanska herleiðslan hevur lovað at kanna tilburðin.